Edmund saknar at hoyra frá Landsbankanum

– Ímeðan bæði føroyska Búskaparráðið, Váðaráðið í Keypmannahavn og nú eisini Tjóðbankin ávara ímóti ovurhiting av føroyska búskapinum og galloperandi útreiðslum, hoyrist ikki eitt kis frá sonevnda ”Landsbankanum” ella ”Váðaráðnum” hjá Tjóðveldi.

 

Tað skrivar Edmund Joensen, løgtingsmaður, í viðmerking í sambandi við ávaringina, sum kom úr danska Tjóðbankanum í gjár:

 

– Absolut hægsti prioritetur hjá 14. september-samgonguni var at stovnseta óneyðugu signalpolitisku stovnarnar ”Landsbankan” og eitt ”Váðaráð”, beint eftir løgtingsvalið í 2015. Á stórtrummuni slóu tey boðskapin um, at nú skuldu signalpolitisku stovnarnir veruliga gera mun, skrivar Edmund Joensen, sum vísir á, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sendi eitt av sínum fantastisku tíðindaskrivum út og fráboðaði, at Landsbankin og Váðaráðið vóru farin til verka og skuldu fyribyrgja kreppur og styrkja búskapin.

 

– Hetta var alt ”fake news”, staðfestir Edmund Joensen, sum so boðar frá veruliga boðsakapinum:

 

– Jú hann er, at búskapurin nærkast ovurhiting, og at landsstýrið sjálvt er høvuðsatvoldin til, at búskapurin verður trýstur upp um kapasitetsmarkið. Øll vita, at pengarnir fossa úr landskassanum, og ávarað verður eisini ímóti, at landsstýrið ikki dugur at stýra íløgum, sigur Edmund Joensen.

 

Edmund Joensen spyr, hvar sonevndi ”Landsbankin” hjá Tjóðveldi er?

 

– Og hvar er sonevnda ”Váðaráðið” hjá sama flokki? Hvar eru hesir klettasterku verjugarðar, ið skuldu bjarga Føroyum? spyr fyrrverandi løgmaðurin og fólkatingsmaðurin.

 

Lesarabrævið hjá Edmund Joensen kann lestast VIÐ AT TRÝSTA HER