Eftir tapið lovar May atkvøðu um útseting

Útgangsstøðið er, at Bretland fer úr ES uttan avtalu, um ikki annað verður avtalað, minnir Theresa May á

Bretska forsætisráðfrúan, Theresa May, tapti enn einaferð í bretska tjóðartinginum í dag, tá ein meiriluti atkvøddi fyri at útiloka, at Bretland kann fara úr ES uttan avtalu.

 

Stutt eftir úrslitið av atkvøðugreiðsluni, váttaði stjórnarleiðarin, at í morgin verður aftur ein atkvøðugreiðsla um at úseta brexit.

 

Hon minnir eisini á, at Bretland faktiskt fer úr ES uttan avtalu, um ikki annað verður avtalað.

 

– Løgfrøðiliga útgangsstøðið er, at Bretland fer úr ES uttan avtalu, um ikki annað verður avtalað, sigur May.

 

Forsætisráðfrúan heitir á tjóðartingið um at stuðla teirri avtalu, sum hon og samráðingarfólkið hjá ES komu til í november í fjør. Ta avtaluna hava limir í Undirhúsinum atkvøtt niður við stórum meiriluta tvær ferðir.

 

– Vit kundu valt eina nýggja fólkaatkvøðu, men tað kann merkja, at vit als ikki fáa nakað brexit yvirhøvur, sigur May.

 

Andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn, formaður í Labour, fer at royna at finna samstarv millum tær báðar síðurnar í Undirhúsinum.

 

– Eg fari at halda fundir við limir í øllum Undirhúsinum fyri at royna at finna semju. At leingja artikul 50 (reglan um at fara úr ES) uttan greitt mál er eingin loysn, sigur Corbyn.

 

Hini 27 ES-londini hava sagt, at tann avtalan, sum tey hava samráðst upp á pláss, er tann einasta møguliga avtalan. Tað nevdi Theresa May eisini í Undirhúsinum í dag.

 

/ritzau/