Ein maður stjól í gjár umleið klokkan 18:30 eina størri peningaupphædd á eini skrivstovu í einum handli í Havn í gjár. Handilin hevði opið, men eingin legði til merkis, at maðurin fór inn á skrivstovuna
Í hesum sambandi sóknast løgreglan eftir einum manni, sum tey lýsa soleiðis:
Maður
umleið 30 ár
vanligan kropsbygnað
umleið 170 cm høgur
Myrkt hár við høgum tinningum
Hann var í einum myrkum frakka við skinnkraga.
– Um tú kennir mannin á myndunum ella hevur upplýsingar til málið, verður tú vinarliga biðin at boða frá til politistøðina í Havn, telefon 351448 ella 114, sigur løgreglan í áheitanini.