Eg eri bjartskygdur

Fiskivinnumálaráðharrin vónar, at tað fer at eydnast at samtykkja fiskivinnunýskipanina í dag

- Eg eri rímiliga bjartskygdur, sigur Høgni Hoydal, nú hann er á veg inn í tingsalin, har fiskivinnunýskipanin nú kemur til triðju viðgerð.

 

13 broytingaruppskot eru nú millum aðru og triðju viðgerð, og tí hevur løgtingsformaðurin valt at slíta fundin beinanvegin, so at tingfólk hava tíð at lesa uppskotini.

 

Eitt at broytingaruppskotunum er frá samgonguni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður greiðir frá, at millum broytingarnar, sum samgongan skjýtur upp, eru tær, sum Kristin Michelsen ætlaði at leggja broytingaruppskot fram sjálvur. Talan er um tey trý prosentini, sum løgtinginum er heimilað at draga inn aftur.

- Har verða ávísar avmarkingar settar á, sigur Høgni Hoydal.

 

- Vit ynskja eisini at broyta nakrar av ásetingunum um manningaravtalur, fyri at eftirlíkað nøkrum av viðmerkinunum frá manningarfeløgunum, sigur Høgni Hoydal og sigur, at triðja broytingin snýr seg um, at tryggja, at feløg ikki verða sett á stovn, sum fara at spekulera í loyvum, nú fiskiloyvini ikki longur eru galdandi.

 

Spurdur um menningarkvoturnar nú eru nevndar við navni, sigur hann, at talan ikki er um stórvegis broytingar í mun til upprunauppskotið.

- Vit skjóta upp, at fólk kunnu søkja um stuðul til ávísar verkætlanir í ávísum økjum, og nevna nøkur øki, har arbeiðsloysi er stórt. Men viðmerkingarnar lata eisini upp fyri at hesi økini kunnu broytast, um umstøðurnar broytast, sigur Høgni Hoydal.