- Eg eti helst til eg doyggi

34 ára gamli amerikumaðurin, Casey King, vigar yvir 600 pund, og hann væntar, at hann fer at eta, til hann doyr.

- Eg hevði ongantíð droymt um, at eg sum 34 ára gamal fór at búgva heima hjá pápa mínum – við ongum arbeiði, ongum pengum og bara fór at sita og spæla á teldu og eta allan dagin.

 

Tað sigur 34 ára gamli, Casey King í TLC-sendingini - Family by the Ton – har fylgt verður við familjum sum viga ov nógv og sum stríðast sítt stríð móti yvirvektini.

 

Í sínum uppvøkstri var Casey King alt ov feitur, men tað var fyrst, tá hann var tannáringur og fekk arbeiði á ymiskum matstovum, at vektin av álvara byrjaði at eksplodera.

 

Tað, at hann vigaði so nógv, gjørdi tað trupult fyri Casey King at arbeiða, og tí valdi hann at siga seg úr starvi. Eina tíð búði hann hjá mammu síni, men tá hon sparkaði hann út, flutti hann í staðin heim til pápa sín.

 

Hjá pápanum fekk Casey King loyvi at gera júst, sum hann vildi, og tað merkir, at máltíðirnar vóru pizza, høsnarungi, japanskt take away og sushi í langar banar.

 

Úrslitið er, at hin 34 ára gamli nú vigar meira enn 300 kilo. Casey King brúkar tað mesta av tíðini á sínum kamari, har hann hyggur í sjónvarp ella spælir á teldu – spillnakin.

 

Heita veðurlagið í statinum Georgia ger tað nevniliga ikki serliga behagiligt hjá honum at vera í klæðum.

 

- Eg vakni umleið klokkan 12 og finni beinanvegin út av, hvat eg vil eta. Síðan er tað sjónvarp, video-spøl og seingin. Her er ikki nógvur aktivitetur, ásannar hann.

 

Casey King sigur, at hann situr bara nakin, og eingin órógvar hann. Hurðin er stongd, og alt er gott, sigur hin 34 ára gamli, sum ikki hevur nakrar serligar ætlanir við framtíðini.

 

- Tað endar helst við, at eg eti, til eg doyggi, sigur hann.