Eg gangi bara í fótsporum hjá øðrum

– Tað er í eyðmýkt og við takklati, at eg fari at takka fyri, segði Suni Merkistein, tá hann í gjár fekk Móðurmálsvirðislønina í sambandi við Móðurmálsdagin, sum varð hildin í gjár, á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs.

 

Suni Merkistein fegnaðist um, at fyrireikararnir høvdu valt ítróttarmál sum evni og á tann hátt veittu ítróttinum eina viðurkenning.

 

– Eg gangi bara í fótasporum hjá øðrum, sum hava verið undan mær, serliga í talandi miðlinum, men eisin tí skrivaða, segði Suni Merkistein og nevndi Árni Dahl, sum stjórnaði ítróttarteiginum í Dimmalætting fyrst í sjeytiárunum – og so feðgarnar Niels Juel og Jógvan Arge.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja Suna Merkistein fáa Móðurmálsvirðislønina 2017.