Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.09.2017 (17:30)

Eg havi ongantíð verið keddur aftur

Tá ið Eyðun Ásason av Tvøroyri vaknaði um morgunin tann 14. desember í 2006, og varnaðist at hondin ristist so illa, var tað ikki í tonkunum, at hann skuldi hava fingið eina álvarsliga sjúku at dragast við.

 

Men tað tók ikki læknanum langa tíð at staðfesta, at hann hevði fingið parkinson, sum ein tann yngsti í Evropa yvirhøvur. Men hann hevur eina rættiliga einfalda lívsáskoðan og hon er, at vit mugu læra okkum at liva við teimum kortum, vit fáa at liva við, so ístaðin fyri at fella í fátt, herjaði hann á aftur lívið.

 

Tá ið læknin gav mær boðini, føldust tað sum ein deyðadómur. Men tað gekk bara ein lítil løta, so hevði eg fótað mær aftur, og síðani tá havi eg ikki verið keddur eina einastu løtu aftur.

 

Hann heldur rætt og slætt, at tað hendur okkurt við fólki, sum fáa at vita, at tey hava fingið eina álvarsliga sjúku, tí knappliga verður lívið meiri meiningsfult.

 

Men parkinson er so strævin sjúka, at nú hættar Eyðun sær nú undir eina umfatandi skurðviðger, sum kann hjálpa honum. Men tað er eisini ein lítil møguleiki fyri, at tað fer at gera støðuna verri. Og sunnudagin fer Eyðun Ásason at hava konsert í Salt fyri at hava eitt einasta góða minnið við sær, skuldi skurðviðgerin ikki gingið sum ætlað.

 

Í Sosialinum hetta vikuskiftið tosa vit við lsuðuroyingin við tí lívsjáttandi lívsáskoðanini um at hava Parkinson, um hvussu lívið er blivið kensluríkari, heimurin er blivin vakrari og litirnir eru blivnir sterkari, síðani hann fekk sjúkuna, og sum nú setir sína vón til eina umfatandi skurðviðgerð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her