fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Mortan Østerø 10.08.2017 (13:29)

– Eg lærdi at kenna fjøldir í Føroyum

Lukas Graham hava fingið nógv burturúr at vitja í Føroyum, og tað var her, at teir uppdagaðu, hvussu teir kundu vinda fjøldina upp á tráð. Teir ætla sær at treiskast regni á Vágsbøi í kvøld.

 

Fyrsta stóra navnið í skránni hjá Summarfestivalinum fer á pall í kvøld klokkan 22, og er tað tríggjar-ferðir Grammy tilnevndi bólkurin, Lukas Graham. Lukas Graham spældu á Summar Festivalinum fyri tveimum árum síðani, og tað var konsertin ótrúliga væl móttikin. Longu tveir mánaðir seinni, avgjørdi bólkurin at vitja aftur í Føroyum, har teir spældu tvær konsertir í Havn.

 

- Okkum dámdu væl her. Fyrru ferð vitjaðu vit ov stutt, men aðru ferð høvdu vit tvær konsertir við nøkrum dagamillumbili – tá bar til at síggja meira av Føroyum. Hetta við at vera onkrastaðni heilt uttan trø, grøn fjøll og bara at koyra gjøgnum allar tunlarnar – tað var ótrúligt, sigur Lukas Forchhammer, forsangarin í bólkinum.

 

Magnus Larsson, bassspælarin, skoytir uppí, at serliga seinasta konsertin á Summarfestivalinum stendur frammarlaga í minninum.

 

- Vit tosa framvegis um hasa konsertina. Tað var ein totalt feit uppliving, og vónandi verður tað eins feitt í kvøld. Tað var kanska meira áhoyrarafjøldin enn sjálv konsertin, ið gjørdi upplivingina so serstaka. Tey hava givið okkum høvuðsorsøkina fyri at venda aftur, sigur hann.

 

- Ja, føroysku áhoyrararnir sungu av øllum alvi! Tað var ótrúligt tey sungu hart. Og væl!, sigur Lukas Forchhammer.

 

Troyggjan er við

Tá ið sjónvarpsskíggjarnir vístu donsku krimiseriuna »Forbrydelsen«, viku føroyingar heilt frá innihaldinum í røðini, men heldur var tað troyggjan hjá Saru Lund, sum fór við øllum ansinum. Sama skil var, tá ið Lukas Forchhammer upptraðkaði í beinleiðis amerikanskum sjónvarpi í føroyskari troyggju, og nú situr hann yvirav mær á Hvonn í føroyskari troyggju.

 

- Jamen, tær eru jú framúr góðar troyggjur! Kanska var tað meira tilætlað hjá Saru Lund, at hon skuldi vera ein týpa, sum gekk í ulltroyggju. Men tað eru tvey sløg av fólkum; tey, sum halda at ull skriðar, og so tey, sum halda ull vera lekkra. Eg haldi ull verða fantastiska deiliga. Serliga tá ið man ferðast runt í norðara partinum av Ameriku ella í Kanada, tá er tað deiligt við føroysku troyggjuni. Vit vita hvussu veðrið skikkar sær heruppi, og tí havi eg sjálvandi tikið mær troyggjuna við til Føroya, sigur Lukas flennandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her