Eg segði nei-takk at gerast ársins persónur

Time Magazine ætlaði sambært amerikanska forsetanum Donald Trump annað árið á rað geva honum heiðurin sum »ársins persónur«. Men so var ikki, sigur blaðið

Time Magazine ætlaði sambært amerikanska forsetanum Donald Trump annað árið á rað geva honum heiðurin sum »ársins persónur«. Men so var ikki, sigur blaðið.

 

Donald Trump heldur uppá, at hann hevur sagt neitakk til heiðurin sum »ársins persónur«, sum Time Magazine útnevnir á hvørjum ári.

 

Orsøkin til, at forsetin ikki ynskti at taka ímóti heiðrinum, var sambært høvuðspersóninum sjálvum, at hann ikki ynskti at gera samrøðu og myndatøku.

 

– Time Magazine ringdi fyri at siga, at eg HELST fór at verða kosin sum »ársins maður« (persónur) eins og í fjør, men eg skuldi siga ja til at gera samrøðu og stóra myndatøku, skrivaði forsetin á Twitter í gjár.

 

– Eg segði, at tað nokk fór at ganga og takkaði nei, leggur hann afturat.

 

Time heldur tó, at forsetin má hava misskilt eitthvørt.

 

– Trump misskilir, hvussu vit útnevna ársins persón, skrivar magasinið í gjár á Twitter.

 

Samstundis undirstrikar Time, at blaðið ikki kommenterar útnevningina, fyrr enn hon verður almannakunngjørd 6. desember.

 

Time Magazine letur hvørt ár virðisløina til ein persón, sum »på godt og ondt« hevur ávirkað heimin í árinum.

 

Í fjør fekk Donald Trump heiðurin, beint eftir at hann hevði vunnið forsetavalið á Hillary Clinton.

 

Time hevði í tí sambandinum eina forsíðu við Donald Trump undir yvirskriftini »Forsetin hjá spjaddu amerikansku statunum«.

 

Fyrrverandi forrætningsmaðurin fylgir annars væl við heiðrunum hjá Times.

 

Soleiðis hevur hann á Twitter gramt seg um ikki at hava verið valdur í ávikavist 2012, 2014 og 2015, skrivar AFP.

 

Í juni skrivaði Washington Post, at veggirnir í fleiri av golfklubbunum hjá forsetanum eru prýddir við følskum Time-forsíðum við yvirskriftum um júst Donald Trump.

 

/ritzau/