- Eg skilji ikki eg yvirlivdi

- Eg var har, men fekk ikki hjálpt honum, sigur Palli á Dul, sum misti sín góða vinmann í vanlukku í Skopunarfirði

- Eg skilji tað simpulthen ikki, at eg sum næstan 70 ára gamal kundi klára næstan 40 minuttir í sjónum. Eg veit ikki, hvar eg fekk alla orkuna frá.

 

Hetta sigur 70 ára gamli Palli á Dul, sum fyri hálvumøðrum ári síðani bleiv partur av einum samanstoyti á Skopunarfirði. Teir vóru tveir vinmenn umborð á lítla glastrevjabátinum, men Palli var tann einasti av teimum báðum, sum kom á land aftur.

 

- Eg var har, tá tað hendi, men eg fekk ikki hjálpt honum. Tað er ein sorg, sum eg ikki sleppi burturúr. Tað pínir meg inn á sálina, at hann ikki eigur eina grøv í kirkjugarðinum, sigur Palli á Dul, sum ikki skilir, hví mann í Føroyum ikki hevur neyðugu tólini, sum kunnu tryggja, at mann fær fólk, sum eru druknað, uppaftur. Hann sipar til undirvatnstólið, rov, sum nógvir føroyingar duga at brúka.

  

 

Les longri samrøðu við 70 ára gamla Palla á Dul í Vikuskiftis Sosialinum, har hann fortelur um ólukkuna í Skopunarfirði.