Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.09.2018 (07:02)

Eg skilji væl at eigararnir harmast

Eg skilji væl, at eigararnir harmast um støðuna. Tað sigur Mikkjal Sørensen, formaður í stýrinum fyri Suðuroyar Bú- og Heimatænastu.

 

Sum vit hava skrivað seinastu dagarnar, hevur stóra kjakevnið í Tvøroyrar býráð seinastu dagarnar, verið lagnan hjá Sambýlinum við Sílá.

 

 

Les eisini: Tað hevði verið ein vanlukka

 

 

Fyri tveimum árum síðani samtykti Bú- og Heimatænastan í Suðuroy at keypa húsið, men kortini er keypið ikki avgreitt enn.  Og tað harmast eigararnir almikið um, tí lánið rentar hvønn einasta dag, og nú hava teir følt seg noyddan at lýsa húsið til sølu alment

 

 

Les eisini: Hetta er ólógligt

 

 

Mikkjal Sølrensen sigur, at tað eru ávísar orsøkir til, at keypið ikki er avgreitt enn, hóast tvey ár eru farin. Hann vísir á, at málið snýr seg ikki bara um Sambýlið við Sílá. Tvørtur ímóti var sambýlið við Sílá við í eini heildarloysn, har Heimatænastan í Suðuroy skuldi keypa øll eldrabýlini í Suðuroy frá kommununum. Talan er um Røktarheimið, Hamragarð, í Vági, umframt sambýlini í Vági, við Sílá og í Hvalba.

 

Ellis- og røktarheimið er ikki við, tí hóast Bú- og Heimatænastan stendur fyri øllum rakstrinum, er tað Landið, sum eigur sjálvan bygningin. 

 

Semja var um at keypa Hamragarð fyri 29,5 milliónir, Eldrasambýlið í Vági fyri 9,7 milliónir, Sambýlið við Sílá fyri 11,3 milliónir og sambýlið í Hvalba fyri 3,8 milliónir. Tilsamans fór hetta sostatt at kosta Suðuroyar Bú- og Heimatænastu 54,3 milliónir.

 

Men ein trupulleiki var, at Fíggjarmálaráðið kravdi, at keypsprísurin skuldi javnast út á kommunurnar í Suðuroy. Sostatt vaks skuldin hjá kommununum tilsvarandi og tað avleiðingin av tí hevði verið, at so vaks skuldin hjá onkrum kommunum upp um eina álíkning, og so kundi tær ikki gera nakrar aðrar íløgur.

 

Tað vildu kommunurnar ikki góðtaka og í hesum sambandi varð arbeitt við eini semju, har íløgur í eldraøkið skuldu ikki teljast við upp í íløgurnar hjá kommununu.

 

Mikkjal Sørensen sigur, at fyri einum ári síðani varð semja gjørd við Fíggjarmálaráðið. Hon var munnlig, men áðrenn hon varð skrivað undir, bakkaði Fíggjarmálaráðið og vildu hava eina avtalu um at seta hámark fyri kommunalar íløgur við í semjuna.

 

Hann sigur, at tá kom stígur í málið og tað er ikki komið longri enn. Kortini sigur hann, at hann væntar eina loysn í næstu framtíð, soleiðis at málið kann avgreiðist og at Bú- og Heimatænastan fær keypt tey Hamragarð og tey trý sambýlini. Hann kann ikki siga, hvat tann loysnin verður, men hann sigur, at hann hevur góðar vónir um at tað ber á mál heilt skjótt.

 

Mikkjal Sørensen sigur, at endamálið við sambýlinum við Sílá, er at brúka tað til umlætting, dagtilhald og til venjingarhøli til eldri fólk.

 

Nú sambýlið lýst alment til sølu og vit spurdu eisini Mikkjal Sørensen um ætlanina hjá Javnaðarflokkinum í Tvøroyrar býráð at fáa Tvøroyrar Kommunu at keypa tað fyri at tryggja, at tað ikki glapp eldraøkinum í Suðuroy av hondum. Men tað hevur Mikkjal Sørensen ongar viðmerkingar til, tí hann sigur, at tað er eitt innanhýsis mál hjá Tvøroyrar Býráð


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her