fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Páll á Reynatúgvu vil ikki siga, hvat hann sjálvur heldur, men hann góðtekur úrslitið

Áki Bertholdsen 13.03.2019 (09:59)

Eg skilji væl at tingfólk hava ein keðiligan smakk í munninum

At vit sjálvi skulu samtykkja, hvussu nógv vit skulu hava í løn, er tað truplasta, vit í Løgtinginum yvirhøvur kunnu fáa at taka støðu til. Og eg skilji væl, at løgtingsfólk hava keðiligan smakk í munninun. Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, nú hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lønarviðurskiftini hjá løgtingslimum. Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið, og meiningarnar eru ymiskar.

 

Summi tingfólk halda, at tað er skeivt at viðgera hesi viðurskifti nú val er í hondum, og valstríðið er byrjað. Eftir uppskotinum fáa løgtingslimir eina lønarhækking upp á slakar 6.000 krónur um mánaðin, men afturfyri missa teir tað skattafría ískoytið, teir hava havt, og summir løgtingslimir halda, at tað er ómoralskt at samtykkja at geva sær sjálvum eina so stóra lønarhækking. Men harafturat fáa løgtingslimir so fría teldu og telefon frá løgtinginum.

 

Aðrir tinglimir taka undir við uppskotinum, tí teir vísa á, at nú missa løgtingslimir tað serstakliga góðu eftirlænarskipan teir hava, har teir fáa fulla eftirløn eftir at hava verið í politisku skipanini í bara 16 ár. Men eftir uppskotnum skulu løgtingslimir nú fáa 15 prosent í eftirløn, soleiðis sum fólk í nógvum øðrum størvum fáa, og løgtingslimir siga, at í longdini fer hetta at spara landskassanum hundraðtals milliónir um árið.

 

 

Les eisini: Annaðhvørt tingfólk missur ikki pensónina

 

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at fyri at fara so rætt fram um tilber, gjørdi hann av av seta eina uttanveltaða nevnd at viðgera málið, og uppskotið, sum nú liggur í løgtingið er niðurstøðan hjá tí nevndini, og har er einki broytt.

 

– Í longdini verður hetta ein stór sparing fyri landskassan, sigur løgtingsformaðurin. Og hann sigur, at tað hansara greiða vón, at Løgtingið fer heldur ikki at broyta nakað í uppskotinum, men at tilmælið frá nevndini verður samtykt óbroytt, uttan so at onkur beinleiðis teknisk villa er í teimum.

 

Hann heldur, at vit kunnu altíð tosa um, antin hetta skal viðgerast fyri eitt val ella eftir eitt val. Men sjálvur heldur hann, at hetta er ikki ein spurningur, løgtingslimir eiga at krúpa uttan um, og at tað er reiðiligari at gera tað fyri eitt val, tí so kann veljarin taka tað við í sínum metingum, tá ið krossurin skal setast

 

Sjálvur vil Páll á Reynatúgvi ikki siga, hvat hann sjálvur heldur um uppskotið, men hann hann góðtekur tilmælið frá nevndini og leggur tað fram óbroytt til Løgtingið at taka støðu til. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her