– Eg skilji ynskið um egnan uttanríkispolitikk

TÍÐARGREIN: – Á nøkrum fáum økjum setur grundlógin greið mørk. Tit kunnu ikki føra egnan sjálvstøðugan uttanríkis- og trygdarpolitikk, skrivar Lars Løkke Rasmussen í tíðargrein í Sosialinum

TÍÐARGREIN: – Grundlógin gevur ógvuliga víðfevndar møguleikar fyri sjálvsavgerðarrætti, men á nøkrum fáum økjum setur hon greið mørk. Hetta er til dømis galdandi fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Føroyar og Grønland kunnu ikki føra sín egna sjálvstøðuga uttanríkis- og trygdarpolitikk, óheftur at tí kongsríki, tey eru partar av. Tað skrivar Lars Løkke Rasmussen í tíðargrein, sum hann hevur sent Sosialinum 

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, skrivar:

 

»Hvordan går det, Lars«

 

Soleiðis spurdi føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale meg fyri nøkrum mánaðum síðani í spyrjitímanum í Fólkatinginum.

 

Eg má viðganga, at spurningurin kom eitt sindur óvart á meg, tí hetta plaga vit ikki at spyrja hvønn annan um í fólkatingssalinum. Kanska vit áttu at gjørt tað eitt sindur oftari – eisini tí, at tað møguliga kann geva betri fatan av sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum.

 

Hesa fatan vóni eg í øllum førum, at spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum um ríkisfelagsskapin kann geva eitt íkast til. Eftir hetta orðaskiftið hava vit annars eitt  serstakt orðaskifti um grønlendska arbeiðið við eini stjórnarskipan og um búskaparligu møguleikarnar hjá Grønlandi sum eitt sjálvstøðugt land.

 

Og hvussu gongur so í ríkisfelagsskapinum?

 

Tað veldst helst um, hvønn tú spyrt. Eftir mínum tykki gongur tað í grundini heilt væl.

Føroyar og Grønland hava víðfevndan sjálvsavgerðarrætt gjøgnum sjálvstýrisskipanirnar frá 2005 og 2009. Stórt sæð allar týdningarmiklar avgerðir um føroyska og grønlendska samfelagið verða tiknar í ávikavist Tórshavn og Nuuk. Og samstundis hava bæði londini møguleika at yvirtaka ábyrgdina av fleiri økjum, um tey ynskja tað. Soleiðis skal tað vera. Danmark ynskir einans, at Føroyar og Grønland hava størst møguligan sjálvsavgerðarrætt innan fyri karmarnar í grundlógini.

 

Grundlógin gevur ógvuliga víðfevndar møguleikar fyri sjálvsavgerðarrætti, men á nøkrum fáum økjum setur hon greið mørk. Hetta er til dømis galdandi fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Føroyar og Grønland kunnu ikki føra sín egna sjálvstøðuga uttanríkis- og trygdarpolitikk, óheftur at tí kongsríki, tey eru partar av.

 

Hetta merkir ikki, at altjóða røddin er tikin frá Føroyum og Grønlandi, tí eisini á tí uttanríkispolitiska økinum hava vit funnið konstruktivar loysnir. Hetta er til dømis galdandi fyri Arktiska Ráðið, har allir tríggir partar í ríkinum hava møguleika at koma til orðanna.

 

Eg skilji væl ynskið hjá Føroyum og Grønlandi um at føra ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Serliga innan tey øki, har tey bæði londini hava hvør síni áhugamál – sum til dømis á fiskivinnuøkinum. Tað trúgvi eg, at øll skilja.

 

Men ongin donsk stjórn kann seta seg oman fyri grundlógina – heldur ikki fyri at ganga einum góðum vilja á møti. Hinvegin eru vit altíð til reiðar at arbeiða saman við Føroyum og Grønlandi fyri at loysa tær avbjóðingar, ið ríkisfelagsskapurin kann geva.

 

Bæði í Føroyum og í Grønlandi hava vit bólkar í fólkinum, har hetta ikki er nóg mikið, og har tey hava eitt annað mál. Tey ynskja sjálvræði. Um ein meiriluti í Føroyum ella í Grønlandi ein dag tekur hesa avgerð, so vil stjórnin sjálvandi virða avgerðina. Men vit fara eisini at harmast hana.

 

Tí vit ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin. Og vit fara at gera tað, ið vit kunnu, fyri at styrkja samstarvið og stuðla upp undir eina góða menning, sum er grundað á ein sterkan felagsskap við rúmd fyri ymiskleika. Okkara hurð stendur altíð opin. Vit eru ikki mótleikarar - vit eru viðleikarar. Eisini tá tað um búskaparliga menning ræður, bæði í Føroyum og í Grønlandi. Og júst búskaparliga menningin fyllir nógv, nú vit kjakast serliga um framtíðina hjá Grønlandi. Orsøkin til tess er, at Grønland á fleiri økjum hevur nakrar serligar avbjóðingar. Hetta er millum annað galdandi, tá tað ræður um vøkstur, arbeiðsloysi og almenna búskapin.

 

Tað er brúk fyri nýskipanum og nýggjari vinnumenning, um grønlendska vælferðarsamfelagið skal vera búskarliga haldført í framtíðini. Hetta er ikki ein donsk meting – tað er ein meting, sum kemur frá búskaparráðnum hjá Grønlandi sjálvum.

 

Ráðið vísir á, at um gongdin heldur fram, so fara tær almennu útreiðslurnar at vera næstan 1 mia. kr. hægri enn inntøkurnar í 2035. Var hetta sama galdandi fyri Danmark, tá hevði verið neyðugt at betra um fíggjarlógina við upp ímóti 100 mia. kr. Ella tað, ið svarar til tað, ið vit brúka á skúlaøkinum, eldraøkinum, til løgregluna og á skattaøkinum tilsamans um árið. Tað er ein álvarsom búskaparlig avbjóðing.

 

Vit virða sjálvsagt ábygdarbýtið í sjálvstýrislógini, og at Grønland sjálvt hevur ábyrgdina fyri egnum búskaparpolitikki. Men stjórnin er altíð til reiðar at geva fyrisitingarliga hjálp í tann mun, ið Grønland hevur ynski um hetta. Hetta, eins og at vit eru til reiðar at samstarva um at skapa áhuga fyri at finna fígging til góð og sunn vinnuátøk.

 

Sum dømi hava vit gjørt tað møguligt hjá Vækstfonden í Danmark at vera við til at veita fígging til virksemi í Grønlandi. Eksportkreditfonden kann veita trygd í sambandi við, at grønlendskar verkætlanir keypa danska framleiðslu. Og Norðurlendski Íleggingarbankin hevur stovnsett møguleikan at veita lán til arktiskar verkætlanir.

 

Bæði politikarar og íbúgvarnir í Grønlandi leggja dent á íløgur í flogvallir. Hugsanin er millum annað, at fleiri og betri flogvallir fara at økja um ferðavinnuna, sum síðani kann geva sítt íkast til vøkstur og nýggj arbeiðspláss.

 

Um tú hevur ferðast í Grønlandi, so hava tey flestu upplivað at skula millumlenda í Kangerlussuaq. Tað er eitt frálíkt stað. Men tað broytir ikki tann veruleikan, at hetta ger ferðina dýrari og drúgvari, um tú skalt flúgva meira enn 300 kilometrar suðureftir aftur fyri at koma til Nuuk, har tey flestu ferðandi skulu. Hetta er sum, at ferðandi úr Evropa skuldu millumlent í Aalborg fyri at koma til Keypmannahavnar.

 

Samanumtikið verður tað frá grønlendskari síðu lagt upp til nógvar stórar og umfatandi íløgur í nýggjar flogvallir nógvastaðni í Grønlandi. Projekterings- og fíggingarælaninirnar eru undir fyrireiking, og tí er enn ikki fullur greidleiki um øll viðurskifti.

 

Tað sæst í samgonguskjalinum, at Naalakkersuisut ynskir, at tað verður settur á stovn ein felags danskt-grønlenskur menningargrunnur til at fremja íløgur í lønandi verkløg og útbyggingar av infrakervinum í Grønlandi. Stjórnin er sjálvsagt til reiðar at viðgera hendan spurning, um Naalakkersuisut vendir sær til okkara.

 

Langskygda búskaparliga gongdin er avgerandi fyri, um Grønland eisini í framtíðini hevur ráð til onnur týdningarmikil øki, til dømis til útbúgving.

 

Í Grønlandi eru tað næstan 60 prosent av teimum ungu í aldrinum 16-18 ár, sum ikki eru í gongd við eina miðnámsútbúgving ella eru á eftirskúla. Hetta er ein stór avbjóðing, tí eitt væl útbúgvið fólk er týdningarmikið bæði fyri góða vinnumenning og fyri at byrgja fyri sosialum trupulleikum.

 

Naalakkersuisut leggur stóran dent á útbúgvingarøkið. Nógv orka verður brúkt, og fleiri gjøgnumføra eina útbúgving eftir fólkaskúlan enn fyrr. Tað er gott. Eisini á hesum øki samstarva stjórnin og Naalakkersuisut, um ynski er um tað. Og vit víðka fegin tað samstarvið, ið grønlendsku og donsku myndugleikarnir longu hava á sosiala økinum.

 

Samstarv og samhaldsfesti eru kjarnin í ríkisfelagsskapinum. Eitt opið og javnsett samskifti er vegurin fram, og eg trúgvi, at øll trý londini í ríkisfelagsskapinum standa sterkast, tá vit standa saman.

 

Bæði í nútímans og í søguligum sjónarhorni eru ríkisfelagsskapurin og sjálvstýrisskipanirnar heilt serstakar loysnir, ið geva fólkunum bæði í Føroyum og í Grønlandi rúm fyri at skipa egið land eins skjótt ella spakuliga, og tey sjálvi ynskja.

 

Okkara samanhald riggar bara, tí vit tosa opið og erligt saman, seta teir góðu spurningarnar og virða ymiskleikarnar hjá hvørjum øðrum.

 

Persónliga eri eg tætt knýttur at bæði Føroyum og Grønlandi. Og ynski mítt er, at okkara trý lond framhaldandi fara at vera tætt knýtt at hvørjum øðrum í nógv ár framyvir, til gagns fyri okkara fólk í øllum trimum londum.