Eg taki ábyrgd av vánaliga skoðsmálinum

– Eg ivist onga løtu í, at orsøkin til vánaliga skoðsmálið hjá Javnaðarflokkinum í veljarakannignini er, at flokkurin stendur so spjaddur í málinum um fiskivinnunýskipanina, heldur løgmaður

– Eg ivist onga løtu í, at orsøkin til vánaliga skoðsmálið hjá Javnaðarflokkinum í veljarakannignini, sum Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið er, at Javnaðarflokkurin stendur so spjaddur í málinum um fiskivinnunýskipanina.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.

 

– Eg eri formaður í flokkinum, so eg taki sjálvandi ábrygd, tá tað gongur ímóti. Men vit skulu sjálvandi minnast til, at talan er um eina veljarakanning. Eg ivist onga løtu í, at fáa vit tey stóru málini avgreidd, sum liggja og bíða í Løgtinginum, so skulu vit nokk fáa løn fyri tað, tá løgtingsvalið kemur, sigur løgmaður.

 

Og tað valið kemur ikki enn, sigur løgmaður.

 

– Vit hava ábyrgd og skyldu til at fáa hesi málinini, sum hava ligið og bíðað í 15-20 ár avgreidd, sigur hann.

 

Løgmaður sigur, at í løtuni royna tey at finna eina loysn á, hvussu tey loysa knútin í málinum um fiskivinnunýskipanina. Eingin freist er sett á, nær tey skulu finna semnu, men hann vil hava tað avgreitt so skjótt sum gjørligt.

 

Spurdur um vit kunnu vænta ein niðurstøðu aftan á kreppufundin hjá Javnaðarflokkinum nú klokkan 13, so er svarið nei.

 

– Onkur kalla tað ein kreppufund. Men talan er bara um ein vanligan tingbólkafund, sum vit hava so javnan. Og á fundinum í dag, so fara vit eisini at viðgera fiskivinnunýskipanina, og hvussu vit kunnu loysa tað málið. Men tað er inni í samgonguni, at semjan skal finnast, sigur hann.