fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.01.2018 (11:53)

Eg verði flovur av Hey

- Hetta er fjákut. Tað er stutti boðskapurin hjá Sonna Smith, útvarpsmanni og málkennara, tá hann verður spurdur um navnabroytingina frá Vodafone til Hey.

- Mær dámar hetta einki. Nú er næstan so, at ein blívur illa við, tá starvsfólk í einum handli siga hey við ein. Eg var inni í Føroya Tele í gjár og tordi næstan ikki at siga hey við fólk, sigur hann.

 

Seinastu árini hava vit sæð eitt rák í Føroyum, har nøvn á stovnum, fyritøkum og øðrum gerast styttri og styttri.

- Tað skal vera so stutt sum møguligt, so fá stavilsi sum møguligt og helst sleppa undan at benda orðið. Í stuttum, vit skulu sleppa undan at hugsa ov nógv. Eg fái ongantíð vant meg við Betri. Tað er eitt tað mest mislukkaða navnið yvirhøvur í mínari verð. Hetta rákið er bæði fjákut og ljótt, sigur hann.

 

- Tað eru hesi smørtu marketing-fólkini, sum finna upp á, og viðhvørt mislukkast tað og í tveimum førum er tað gingið heilt galið – við betri og Hey. Eg skal siga akkurát sum er, eg verði flovur av hasum, sigur Sonne Smith.

 

- Eg villist í tí. Nøvnini gerast so einkisigandi, at ein veit ikki, hvat er hvat. Hey og Betri siga einki um virksemi hjá fyritøkuni. Tá hon æt Kall vistu vit, hvat fyritøkan gjørdi. Hví skifta teir ikki heldur aftur til tað, spyr hann.

 

Hann greiðir frá, at tað er stórur munur á, tá ein fyritøka skiftir navn og tá fólk geva henni eitt annað navn í dagligari talu.

- Nógv vóru ill, tá fólk byrjaðu at rópa Rúsdrekkasølu Landsins fyri Rúsan, men tað navnið hevur fest seg í so stóran mun, at tað í dag stendur Rúsan á posunum. Men í tí førinum spratt nýggja heitið burtur úr dagligu nýtsluni av orðinum, frá fólkinum og upp eftir. Tá tað hinvegin verður dikterað omanífrá er ofta, at tað miseydnast, sigur Sonne Smith.

 

Onkuntíð verður víst til, at tað er týdningarmikið, at heitið hevur altjóða dám, tað merkir sum oftast eitt líkinda enskt heiti.

- Men minst til, tað eru einans 25 % av heimsins íbúgvum, sum skilja enskt. 75% skilja kortini ikki heitið.  Tað enska hevur tikið yvir í so stóran mun, at fyri nøkrum árum síðani úttalaði Kringvarpið navnið á franska forsetavalevninum Lionel Jospin við enskari úttalu, sum Leionel Djospin, sigur Sonne Smith.

 

Hann heldur, at tað tykist, sum skammast man eitt sindur av tí føroyska, og vil amast í tí útlendska heldur.

- Tað er sum man heldur, at tað er ov bygdasligt, um tað eitur eitt føroyskt navn og verður ov torført hjá útlendingum at úttala. Hetta eru somu fólk, sum gerast illa við av sendingunum hjá Anders Lund Madsen úr Fugloynni, tí hon avdúkar bygdalívið í Føroyum, sigur hann.

  

Sonne Smith heldur, at onkuntíð er tað einkla eisini tað besta.

- Bankin í Týsklandi eitur Deutsche Bank, tann í USA eitur Bank of America. Føroya Banki skuldi itið Føroya Banki og ikki BankNordik. Hvat var galið við heitinum Eik Banki? Tað var eitt plettskot, finst ikki betri, sigur hann.

- Tað ringasta av øllum er jú, at í telduverðini verða nøvnini ikki broytt, so Vodafone ella Hey eitur framvegis Kall í øllum elektroniskum samskifti, greiðir hann frá.

 

- Í londunum rundan um okkum, er man farin at venda aftur til verulig nøvn, sum siga at nakað um fyritøkuna. Vónandi fer rákið at venda aftur í Føroyum, men vit eru framvegis nøkur ár aftanfyri umheimin. Kanska skuldi ein navnanevnd verið, mannað við kompetentum fólki, sum kundu sett fótin niður, nakað líknandi navnanevndini fyri fólkanøvn, heldur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her