fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Mynd úr Kunoy

Annika Kunoy Im 13.03.2018 (19:02)

Eggja til luttøku í ferðavinnu í Norðoyggjum

Norðoyar Kunningarstova og Íverksetarahúsið í Klaksvík skipa fyri evniskvøldi í Íverksetarahúsinum í kvøld.

 

 

Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir, samskipari á Norðoyar Kunningarstovu, sigur við Kringvarpið í morgun, at nógv góð tilboð eru í Norðoyggjum, men av tí at ferðafólkatalið er vaksandi, so vaksa møguleikarnir hjá ymisku aktørunum eisini. Fleiri hava hugskot innan ferðavinnu, men ofta er trupult at koma í gongd. Tí ynskja Kunningarstovan og Íverksetarahúsið at vísa á mongu møguleikarnar, ið eru innan ferðavinnuna í Norðoyggjum. 

 

 

– Fólk koma millum annað inn á Kunningarstovuna og spyrja um ymiskt, og tí geva vit hendan samlaða pakkan við kunning um, hvussu ein kann koma í gongd. Íverksetarahúsið hjálpir við at vísa á fíggingarmøguleikar og hjálpa íverksetum við fíggjarætlan og budgetti, segði hon við Kringvarpið.

 

 

Hon sigur, at tey á Kunningarstovuni hava fleiri hugskot til ferðavinnuna, og tað er millum annað at brúka mentanararvin, sum er á staðnum og at greiða frá søgunum á staðnum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her