fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.03.2017 (16:36)

Eik Banki kann verða meldaður

- Um kanningarstjórin kemur til ta niðurstøðu, at málið átti at verið sent til fútan, so bendir alt á, at málið so verður sent til fútan, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í sendingini um Eik og skattamálið, sum verður í KVF aftan á Dag og Viku í kvøld.

 

Landsstýriskvinnan hevur verið lagd undir at siga ósatt í málinum, men sjálv sigur hon, at hon einans kann vísa til tað, sum henni er vorðið fortalt.

- Eg kann bara fyrihalda meg til tað, sum eg fekk upplýst frá stjóranum á TAKS. Eg gangi út frá, at tað er rætt, sum eg havi sagt, tí tað eru teir upplýsingar, sum eg havi fingið frá stjóranum á Taks, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon vísir tó á, at hon hevur sett eina kanning í verk, at kanna málsviðgerðina hjá Taks. Bárður Larsen, løgfrøðingur, er settur sum bráðfeingis stjóri á Taks til at gera kanningina.

- Kemur kanningin til eina aðra niðurstøðu, so havi eg finigð skeivar uppýsingar.Tey ivamál, sum eru reist í almenna rúminum, og millum annað í teimum sendingum, sum eru gjørdar av Kringvarpinum, gera tað neyðugt, at man fær gjørt eina gjølla kanning, sum lýsir, hvat fór fram í hesum málinum – var nøkur avgerð tikin áðrenn ella ikki og nær varð tann endaliga avgerðin tikin, sigur Kristina Háfoss í sendingini.

 

Hon viðgongur eisini, at síðsta punktum ikki er sett í málinum, og at málið kann fáa avleiðingar fyri Eik banka.

- Í so fall, at kanningarstjórin kemur til, at til dømis at málið átti at verið sent til fútan, so bendir alt á, at so verður málið sent til fútan.

 

- Hevur man afturhildið upplýsingum, so er tað sjálvandi ikki í lagi. Tað er eisini tað, sum hendan kanningin skal fáa lýst neyvari. Í so fall at upplýsingar eru afturhildnar, so gangi eg út frá, at so eigur málið at verða sent til fútan, sigur Kristina Háfoss við Jan Lamhauge í sendingini Skattamálið II, sum verður í Kringvarpi Føroya í dag, beint eftir Dag og Viku.