Eik fólk í rættin í næstu viku

Næsta mánadag verður rættarfundur í Føroya Rætti, har høvuðspersónarnir í gamla Eik Banka eru á ákærubeinkinum.

 

Talan er enn einaferð um »særligt forberedende retsmøde«, og málið eitur »Borgerlig sag, Almindelig civil sag/betalingspåkrav«. Tað merkir, at tað snýr seg um endurgjaldskravið hjá Finansiel Stabilitet ímóti gomlu bankaleiðsluni – men talan er um fyrireikandi fund.

 

Listin við teimum ákærdu hjá Føroya Rætti sær soleiðis út:

 

Sagsøger: Finansiel Stabilitet A/S

Sagsøgers advokat: Claus Juel Hansen

Sagsøgte: Frithleif Olsen

Sagsøgtes advokat: Ingi Højgaard

Sagsøgte: Odd Arild Bjellvåg

Sagsøgtes advokat: Djóni Thomassen

Sagsøgte: Peter Marner Åge Jacobsen

Sagsøgtes advokat: Søren Lundsgaard

Sagsøgte: Bjarni Olsen

Sagsøgtes advokat: Philip Baruch

Sagsøgte: Hans Jóhan Laksá

Sagsøgtes advokat: Jes Anker Mikkelsen

Sagsøgte: P/F Nota

Sagsøgtes advokat: Jes Anker Mikkelsen

Procestil.: Tormund A. Joensen

Procestil.: Rakul Dam

Procestil.: Chartis Europe S.A.

Procestil.: Tryggingarfelagið Føroyar

P/F Procestil.: AIG Europe Ltd.

 

Tey síðstu á listanum, Tormund A. Joensen, Rakul Dam, Chartis Europe S. A., Tryggingarfelagið Føroyar og AIG Europe Ltd, eru tað sum á rættarmáli eitur »procestilvarslet«. Tað merkir, at tey ikki eru skuldsett ella ákærd í málinum, men tað kunnu tey blíva.

 

Tá tey eru »procestilvarslet« fer firningarfreistin úr gildi.

 

Fólk við innlit í rættarviðurskifti siga við in.fo, at tað er ein keðilig støða hjá fólki at vera í. Tí tey vita tá hvørki út ella inn. Tey hava ikki sama rætt sum skuldsett og ákærd til at fáa »beskikkaðan« verja frá rættarskipanini.

 

Orsøkin til at Tormund A. Joensen og Rakul Dam eru »procestilvarslet« er helst, at tey vóru starvsfólkaumboð í nevndini, og tí helst ikki hava verið líka nógv inni í øllum teimum skeivu avgerðum, sum nevndin hevur tikið.

 

 

Dómari í málum er Henrik Møller

 

 

Borgerlig sag, Almindelig civil sag/betalingspåkrav 27-02-2017 kl.09:15. retssal II. Rettens j.nr.: BS 1140/2012

Særligt forberedende retsmøde Retsmødet er offentligt
Dommer: Henrik Møller