Eik og Tryggingarfelagið Føroyar eru nú Betri

Feløgini hjá fyrrverandi TF Holding eita nú: Betri Trygging, Betri Banki, Betri Pensjón og Betri Heim

Nú er tað staðfest. Feløgini undir TF Holding eita nú »Betri«.

 

Talan er um Tryggingfelagið Føroyar, Eik Banka, Inni og Betri Pensjón. Hesi feløg verða nú savnað á einum stað.

 

Í tíðindaskrivi sigur »Betri« soleiðis:

 

»Í dag hava øll feløg í TF Holding samtakinum skift navn til Betri. Allar tænastur verða savnaðar á einum og sama stað fyri at veita kundanum best møguligu tænastu. Frá í dag nýtist kundin í Føroya størsta fíggjarsamtaki bara at brúka eina hurð fyri at nøkta allan sín tørv innan fígging, trygging, pensjón og húsamekling.

 

Fyri at veita okkara kundum bestu tænastu, avgjørdi nevndin í fyrrverandi TF Holding, at feløgini í samtakinum skuldu samstarva tættari. Í hesum sambandi varð avgjørt, at øll feløg í samtakinum skuldu finna ein felags samleika. Síðan á sumri í fjør hevur verið arbeitt miðvíst við at skapa nýggja samleikan.

 

Størri kanningararbeiði varð sett í verk í fjør, og vísti marknaðarkanningin, at besta loysnin var at kalla øll feløgini í samtakinum “Betri”. Sostatt verður Tryggingarfelagið Føroyar nú Betri Trygging. Eik Banki verður Betri Banki. INNI verður Betri Heim, meðan Betri Pensjón varðveitir sítt upprunaliga navn. BETRI eru samstundis fyrstu bókstavirnir í nøvnunum hjá teimum fýra gomlu systirfeløgunum.

 

Samstundis, sum arbeitt hevur verið við nýggjum samleika, eru kundavendu økini í ymisku feløgunum flutt saman. Fyrst varð hetta gjørt í Klaksvík í januar, síðani í Saltangará og nú í Tórshavn, har øll tey kundavendu økini hjá Betri Trygging, Betri Banka og Betri Pensjón eru savnaði á Kongabrúnni. Stáparnir hjá Betri samtakinum eru hinvegin savnaðar Yviri við Strond, sum samstundis er høvuðssætið hjá móðurfelagnum Betri P/F. Betri Heim og aðrar deildir í feløgunum verða verandi á sama stað.

 

“Vit fegnast um at kunna veita okkara kundum eina enn betri tænastu á einum og sama stað. Hetta fer at gera tað lættari hjá okkara kundum, eins og vit fara at kunna veita eina betri ráðgeving. Henda broyting kemur tí fyrst og fremst okkara kundum til góðar”, sigur forstjórin í Betri samtakinum, Súni Schwartz Jacobsen.«