Leita á in.fo

Barbara Holm 17.02.2017 (14:30)

Eik sleppur møguliga rættarmálinum móti Astrup

Berlingske Business, business.dk, veit í dag at siga, at skattamálið móti Jørn Astrup Hansen er til viðgerðar á nevndarfundi í Eik í dag. 

 

Miðilin hevur tosað við Torben Nielsen, fyrrverandi Nationalbankastjóra í Danmark, sum í dag er nevndarformaður í Eik. Hann váttar fyri berlingske business, at rættarsakin móti Astrup ikki er slept, men hann letur kortini upp fyri møguleikanum um, at tað kann hendan. 

 

- Eg havi samskifti við Astrup, sigur Torben Nielsen við business.dk. 

 

Spurdur um tað er møguleiki fyri, at Eik sleppur sakini móti Astrup er Torben Nielsen ikki avvísandi. 

 

- Um vit kunnu blíva samdir um eina loysn. Eg havi ikki lagt hetta fram fyri nevndini enn. Men eg havi havt nakrar samrøður við Jørn Astrup um málið  og persónliga havi eg einki útistandandi við Astrup. Eg ynski einans, at vit finna eina loysn í málinum. Meira kann eg ikki siga nú, sigur Torben Nielsen. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at nakar ábyrgdarpersónur í Eik ella TF Holding hevur ró uppundir, at rættarmálið móti Astrup kann verða slept. 

 

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik og forstjóri í TF Holding hevur annars sagt, at hann heldur bankan hava eina betri sak enn nakrantíð móti gamla stjóranum. Eisini Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding og nevndarlimur í Eik segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at bankin ikki kann góðtaka, at ein fyrrverandi nevndarlimur leggur tey undir at snýta í skatti.