Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 20.10.2016 (18:27)

Eilif Samuelsen heiðraður fyri mentanaravrik

Eilif Samuelsen er føddur 22. mai í 1934 í Fuglafirði. Hann hevur starvast í 43 ár sum lærari í fólkaskúlanum og hevur eisini sitið bæði á løgtingi og í landsstýri.

 

Hann tók læraraprógv í 1958, varð valdur á Løgting í 1978 til 1990. Hann var landsstýrismaður frá 1981-85 og frá 1994-98.

 

Eilif Samuelsen varð heiðraður fyri klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli.

 

– Við týðing úr upprunamáli og útgávu av verkum hevur Eilif Samuelsen ríkað okkum við  heimsspekiligum dýrgripum á móðurmálinum, segði nevndin millum annað í grundgeving fyri at geva Eilifi Samuelsen M. A. Jacobsen heiðursøln fyri mentanaravrik.

 

Tá Eilif Smuelsen takkaði fyri heiðurin segði hann eisini, at tað var nakað serligt hjá honum at taka ímóti M. A. Jacobsen viðrislønini, tí M. A. Jacobsen var giftur við vermóður hansara og var soleiðis stjúkpápi konu hansara, Katrin.

 

Virðislønin fyri mentanaravrik er upp á 35.000 krónur.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her