Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (18:10)

Ein býarmynd til sølu

Inni á Betriheim er nú  komið eitt nýtt og heldur forkunnugt hús á sølulistan. Talan er nevniliga um bygningin hjá Tórshøll. Staðið, har mangur føroyingur hevur vitjað í náttartímunum, fer nú møguliga í søguna. 

 

 

Bygningurin er settur til sølu fyri 3.500.000 krónur. Betriheim skrivar um Tórshøll, at bygningurin er uppdateraður, væl hildin og í góðum standi og er væl nýtiligur til umsiting og handil av einum og hvørjum slagi. 

 

 

Trýst á leinkjuna her, fyri at síggja meira um Tórshøll, sum also nú skal seljast. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her