Leita á in.fo

- Verklagslógin, sum løgtingið hevur samtykt, er á 286 miljónir krónur, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Mynd: KvF.

Vilmund Jacobsen 12.10.2017 (11:40)

Ein gleðilig stórhending

- Tað er ein gleðilig stórhending, at myndugleikarnir nú hava játtað fígging til nýggja havrannsóknarskipið.

 

Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, í nýggjastu útgávuni av ”Sjóvarmál”.

 

Hann vísir á, at tað er skipasmiðjan Mest, sum skal standa fyri byggingini, og sáttmálaprísurin er 276,725 miljónir krónur.

 

- Aftrat hesum eru aðrir kostnaðir, eitt nú til dagføring av verkætlanini, eftirlit og til annað, soleiðis at verklagslógin, sum løgtingið hevur samtykt, er á 286 miljónir krónur, sigur hann.

 

Sambært ætlanini skal nýggja havrannsóknarskipið latast Havstovuni 1. juni í 2020.

 

Eilif Gaard sigur, at við nýggja skipinum fær fiskivinnutjóðin Føroyar eitt framkomið amboð, sum fer at flyta okkum væl á leið frameftir.

 

- Skipið verður bygt soleiðis, at tað – umframt at nøkta tørvin til gransking innan okkara hav og tilfeingi – eisini kann brúkast av øðrum enn Havstovuni, sigur stjórin í nýggjastu útgávuni av "Sjóvarmál".

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her