Ein heilt serlig spurnarkapping

Serliga spurnarkappingin - Av Skipanesi til Æðuvíkar - verður skotin í gongd í Løkshøll klokkan 19.30 í kvøld.

Við Løkin í Runavík eru fyrireikingarnar í hæddini, nú spurnakappingin - Av Skipanesi til Æðuvíkar - verður skotin í gongd í kvøld, hóskvøldið. Talan er um eina heilt serliga spurnakapping. Undir slagorðunum - undirhaldandi og upplýsandi - fara fýra lið at kappast um at koma í stóru finaluna, sum verður 25. mai í Løkshøll.

 

Á hvørjum liði verða tveir gløggir og glaðir luttakarar, sum allir hava tilknýti til økið av Skipanesi til Æðuvíkar.

 

Kappast verður í evnum, sum eru viðkomandi í júst hesum økinum. Spurt verður eitt nú um NSÍ-søgu, um aðra ítrótt enn fótbólt, um persónar, sum hava víst serligar gávur ella staðið fyri serligum avrikum, um staðarnøvn, um røddir og árstøl.

 

Eitt av sermerkjunum ella hæddarpunktunum hetta kvøldið er uttan iva hin alternativi spurningurin. Her skulu luttakararnir framføra eitt hvørt eftir egnum hugflogi.

 

- Onnur ár hava vit verið vitni til yrktar sangir og kvæði, sum luttakararnir sjálvir hava borið fram, og fleiri sera skemtiligar sketsjur eru framførdar.

 

Fyrireikararnir siga, at umframt sjálva spurnarkappingina, verður eisini annað á skránni. Eitt nú fer Janus Trygvason at syngja nakrar sangir. Hann er onnur helvtin í tí, sum kallaðist Safir.

 

- Úti á gongini í Skúlanum við Løkin sýna Oggi Lamhauge og Anna Jacobsen fram myndlist. Áskoðararnir kunnu tí njóta eina frálíka myndasýning, meðan tey í steðginum njóta ein kaffikopp.

 

Vertirnir eru ikki hvørjir sum helst. Teir báðir, John Andersen og Jonhard Hansen, eru eitt nú kendir frá Vespureiðrinum. Teir stýra kvøldinum á ein heilt serligan hátt, og í hálvleikunum fáa teir gestir á pallin til eitt stutt vespuinnslag.

 

Tiltakið verður í Løkshøll í kvøld, 27. apríl, og lagt verður fyri klokkan 19.30. Fyrst kappast Bill Justinussen og Tóri Højgaard móti Eli Lassen og Jóannesi Djurhuus. Í seinna dystinum eru tað Andrass Hansen og Jóna Kristiansen, sum skulu kappast móti Djóna Nolsøe Joensen og Harry Knudsen.