Ein hurð í gongugøtuni við nýggjum og gomlum tesum

Kirkjuhurðin og tær 95 tesurnar ella avlátssetningarnir hjá Martini Luther verða sýndar fram í gongugøtuni í Havn næstu dagarnar

Í morgin fer ein hurð at standa í gongugøtuni í Havn við teimum 95 tesunum – ella avlátssetningunum hjá Martini Luther. Hendan framsýningin í gongugøtuni stendur til mikudagin.

 

– Høvi er eisini umvegis sms skipanina at koma við uppskotum um hóskandi nýggjar tesur, sum hava nakað at siga í okkara tíð. Hesar nýggju tesurnar verða eisini hongdar á hurðina, upplýsa fyrireikararnir.

 

Frá hósdegnum 26. oktober til mikudagin 1. novermber  stendur hurðin í forhøllini í Norðurlandahúsinum.