Leita á in.fo

Sólbjørn hevur havt blóðtøpp í heilanum, og konan Ruth er blind. Kortini hava tey megnað at gingið hálvt marathon saman.

Vilmund Jacobsen 10.09.2018 (19:09)

Kensluborin dagur í lívinum

Fyri góðum ári síðan fekk Sólbjørn Thomsen ein blóðtøpp í heilan. Hetta broytti lívið hjá honum og konuni, Ruth, sum hevur verið blind í eini 30 ár. Einar tveir mánaðir eftir blóðtøppin, byrjaðu Sólbjørn og Ruth at ganga túrar, og herfyri gingu tey saman hálvt marathon í Vágum, 21,5 kilometrar - heilt úr Gásadali til Sandavágs.

 

Sólbjørn Thomsen er kendur gólvmaður gjøgnum mong ár, og hann hevur í fleiri ár arbeitt við gólvum, bæði fyri Vøruhúsið á Hjalla og fleiri tey seinastu árini fyri Bygma Gólv í Hoyvík, har hann framvegis tekur sær av gólvdeildini hjá Balslev.

 

Blóðtøppurin í heilanum hevði ta avleiðing, at Sólbjørn Thomsen partvís misti førleikar í vinstru lið, men við áhaldandi venjingum gjørdist hann arbeiðsførur aftur, tó við tí veikleika, at hann orkar lítið og einki við vinstra armi. Eftir blóðtøppin lá hann nakrar dagar á Landssjúkrahúsinum.

 

- Tað skuldi ganga eitt hálvt ár, áðrenn eg fór til arbeiðis aftur hjá Balslev. Í byrjanini var eg bert nakrar fáar tímar til arbeiðis, og framvegis kann eg føla meg eitt sindur troyttan. Men, tað er nógv hent, síðan eg henda feigdarmorgun endaði úti á Landssjúkrahúsinum.

 

Sólbjørn Thomsen sigur, at hann er ógvuliga takksamur fyri, at hann er komin so væl fyri seg aftur. Kona hansara, Ruth, hevur verið blind í eini 30 ár, men hon hevur altíð klárað seg óføra væl hóast blindni. Einar tveir mánaðir eftir, at hann varð útskrivaður á Landssjúkrahúsinum, byrjaðu hjúnini at ganga túrar.

 

Tey høvdu ongantíð gingið túrar saman áður.

 

- Eg tímdi slett ikki at ganga, og tó at konan onkuntíð bar tað upp á mál, hevði eg allar umberingar. Kom hetta upp at venda um veturin, skyldaði eg upp á veðrið og bað hana bíða, til summarið kom. Men, tá so summarið kom, hevði eg ta umbering, at tað var ov lýtt í veðrinum.

 

Men, eftir sjúkraleguna hjá Sólbirna Thomsen broyttist alt. Vit bæði byrjaðu at ganga túrar eftir vegnum, og tað hava vit nú gjørt at kalla hvønn dag síðan. Nú elska vit bæði at ganga, og fyri okkum er hetta snøgt sagt balsam, bæði til likams og sálar.

 

Umframt at Sólbjørn og Ruth ganga túrar at kalla hvønn dag, gongur Sólbjørn eisini framvegis til venjingar í samband við sjúkuna. Hann dugir ikki at siga, hvussu nógv tingini likamliga kunnu broytast aftrat, men hann hevur vónina um, at tað verður enn betri.

 

Nú Føroya Vakrasta Hálva Marathon var í Vágum leygardagin hin 1. september, luttóku bæði Sólbjørn og Ruth, og tey gingu allan teinin – 21,5 kilometrar – heilt úr Gásadali til Sandavágs. Sólbjørn sigur, at tá hann hoyrdi um Føroya Vakrasta Hálva Marathon, setti hann sær fyri, at hann og konan skuldu royna at ganga henda teinin.

 

- Eg segði við Ruth, at hetta fóru vit at royna. Hon hugdi upp á meg, smíltist og helt fyri, at um eg vildi royna hetta – ja, so vildi hon eisini. Vit bæði høvdu ongantíð gingið ein so langa túr áður, sum hálva marathonið er. Tí vistu vit heldur ikki, um vit fóru at megna tað.

 

Sólbjørn Thomsen sigur, at tey gekk óføra væl at ganga, og tey gingu allan teinin upp á minni enn fýra tímar, sum tey bæði vóru ógvuliga væl nøgd við. Hóast Ruth er blind, merkir hon ógvuliga væl atmosferuna í náttúruni, og eisini roynir Sólbjørn sum best at fortelja henni, hvat er at síggja á leiðini, meðan tey ganga.

 

- Hetta var ein fantastiskur dagur hjá okkum báðum, og tað var ein kensluborin løta, tá vit stóðu í Sandavági og høvdu lagt allan henda teinin aftur um okkum. Ja, eg vil siga, at gleðin streymaði ígjøgnum likamið, og vit vóru takksom, bæði mína og hennara vegna, sigur Sólbjørn Thomsen.

 

Í Vikublaðnum, sum er borið í hvørt hús í dag, er samrøða við Sólbjørn Thomsen um hendingina, tá hann ein morgun uttan nakra sum helst ávaring varð raktur av bóðtøppi í heilanum. Tíverri hava vit í Vikublaðnum givið honum eftirnavnið Mortensen, men øll vita, at kendi gólvmaðurin hjá Bygma Gólv hevur eftirnavnið Thomsen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her