fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

»Ein kveikjandi løta um Beintu í Kálvalíð«, skrivar Arnstein Niclasen: Annika Johannessen hevði leiklutin sum Beinta í leikinum, sum Marita Dalsgaard hevði lagt til rættis

Eirikur Lindenskov 27.04.2018 (06:31)

Ein kveikjandi løta um Beintu í Kálvalíð

– Vágafólk sýndu fram ein part av sínum heimliga søgumeingi seinasta vikuskifti (20.-22. apríl) og á ein viðkomandi hátt. Væl fyriskipað av kommunum báðum, søvnunum og Visit-Vágar.

 

Tað heldur Arnstein Niclasen, sum skrivar soleiðis til okkara um savnsfagnaðin:

 

Á Giljanesi var framsýning í skúlanum. Nógv at skoða fyri børn og vaksin. Fornlutir og ymisk gøgn. Krígssavnið. Bátar og útgerð. Ein mina og ein partur av Catalina–flogfari, ið datt niður  í Norðuroyum undir krígnum, lá sum ein dynosaurur á miðjum gólvi. (Einki KvF?)

 

Í Gásadali vóru myndir úr farnum døgum. Frá hesi avbyrgdu bygdini millum Bø og Víkar, sum hóraði undan uppiløgu og váða á havi, bergi og bratta. Við fjøltáttaðum sagnum og søgu. Gæsa. Neytakonugildi. Mikkjal á Ryggi, dýptarkava, gleri og útlongsli o. m. a.

 

Í Sørvági er bygdarsavnið flutt í betri høli. Ørgrynna av lutum, sum fólkini av Ørg hava savnað og tikið ímóti. Eitt nú róðurarmurin av “Haffarinum” við drekahøvdi, har menn stóðu bundnir í ódn fyri ikki at skola yvir borð. Ein onnur tíð...

 

Í Miðvági í “Listastovuni” hekk uppi eitt bæriligt úrval av Mikines-málningum. Læntar frá bankum og privatum. Rárt at dvølja við. Vær tøkkum.

 

Beinta í Kálvalíð

Men har var eisini ein kveikjandi løta um Beintu í Kálvalíð (uml.1670-1752). Sera væl frágingin - bæði teksturin eftir Maritu Dalsgaard og upplesturin/sjónleikin av Anniku Johannesen. Báðar útbúnir sjónleikarar.

 

Sagnir eru mangan grummar og svart/hvítar. Og her bleiv enn ein kordelur tvinnaður upp í lívslínuna hjá Beintu. Hennara søgn og søgu, eins og bókin eftir Jørgen Frants Jacobsen (um Barbaru) og filmin hjá Nils Malmros v.m. - um tekkiliga gentubarnið, ta løgnu dóttir sorinskrivaran, sum á sínum lagnukvidna lívi skuldi hoyggjast við heilar fýra meir og minni merkiligar samtíðar prestar – umframt fordómar, pátrúgv, hamferð, sóttir, sakn, boysin tænastufólk og tíðarinnar fátækt.

 

Lesið eisini: Nú sleppur Beinta at tala

 

Embætismannastættin, sum allar dagar hevur duga at hevjað sítt virði i mun til almenna fólkið. Hesir garpar søgdu seg kallaðar til umsorgan; men royndust hersknir harramenn yvir tí fylgi, ið teir vóru settir at tæna.

 

So hugfarslig var løtan. Undir myndum mæta listamansins við sakni, sorg,  stúran og føgrum landsløgum, varð ein stólur, ein kvinna og ein kerta kveikt á einum borði. Ein djúp og einføld recitasjón - so leikandi løtt og livandi.

 

Kvinnurøddin fylti rúmið uttan hjálpitól. Og uttan framíhjá undir-  ella yvirspæl við bygdarmáli ella handakeipum. Bara onkur hissini andlitsbrøgd og rørslur; sum riggar hjá teimum, ið talentið eiga.

 

Laxness nevnir í “Skaldatími”  (En digters opgør), staddur í Stockhólmi í 1932, tá ein ung sjónleikarkvinna (Anna Borg) á palli las einfaldu/djúpu donsku yrkingina eftir íslendingin Jóhann Sigurjónsson, ið byrjar soleiðis:

Han kom en sommeraften den farende svend.

Hans stolte hvide ganger jeg kender let igen.

Endnu hører jeg de hovslag i mit hjerte....

 

Hann upplivdi har, at ein ung ljósleitt íslendsk sjónleikarinna við virðiligari, fólkaligari og kvinnuligari atferð og máli trein fram og las yrkingina á ein hátt, sum ikki fór frá honum aftur.

 

Og hann tekur samanum: “...og sagan er øll; saga heillar ævi – í miðjum óendanleikanum”.

 

Nakað soleiðis kendist løtan - henda sirmsveipta leygardagin í gamla “Salem”.

 

Arnstein Niclasen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her