Leita á in.fo

Tað, sum skuldi vera ein hátíðarløta, gjørdist ein løta við nógvum tonkum í høvdinum á reiðaranum.

Vilmund Jacobsen 09.01.2017 (19:46)

Ein løta við blandaðum kenslum

Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor í Hósvík, stóð við blandaðum kenslum, tá hann leygardagin klokkan 13 beyð vælkomin á Vestaru Bryggju í Havn.

 

Tað, sum skuldi vera ein hátíðarløta, gjørdist ein løta við nógvum tonkum í høvdinum á reiðaranum, tí bert ein tíma fyri móttøkuna, bórust boðini um, at eldur var í Vesturland.

 

Reiðaríið Thor eigur eisini Vesturland, sum var á garnaveiði á Føroyabanka við 10 monnum umborð, og nú var eldur komin í skipið - júst, sum móttøkan skuldi vera.

 

- Hetta var ein ógvuliga trupul løta. At vita, hvussu til stóð umborð á Vesturland, samstundis sum vit skuldu hátíðarhalda Hoyvík, gjørdi, at kenslurnar hesa løtu vóru ógvuliga blandaðar.

 

Hans Andrias Kelduberg er bjargingarfólkunum hjá Atlantsflogi sera takksamur fyri, at tað við hepnari hond eydnaðist tyrlumanningini at fáa allar 10 menninar av Vesturland í øllum góðum.

 

Hin seinasti maðurin, sum varð tikin av skipinum, var skiparin, Snæbjørn Berg úr Hovi, og tá var klokkan 14.10.

 

- Tað var ein veldugur lætti, tá bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi lendi við Landssjúkrahúsið við manningini á Vesturland, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her