Leita á in.fo

Tá In.fo herfyri vitjaði í Eysturkommunu, steðgaðu vit á við hesi risastóru sethúsini við Gøtugjógv.

Vilmund Jacobsen 10.11.2018 (16:01)

Hetta er ein ordilig borg

Í Eysturkommunu eru nógv stór og snotulig sethús bygd seinnu árini, og ikki minst í Syðrugøtu eru fleiri slík hús komin upp - og onnur eru á veg.

 

Men, tað er ikki bara í Syðrugøtu, at tú sært borgir stinga seg upp. Tá In.fo herfyri vitjaði í Eysturkommunu, steðgaðu vit á við hesi húsini við Gøtugjógv.

 

Í fyrstuni var tankin, at hetta kanska er ein nýggjur stovnur. Men, so er ikki. Í Eysturkommunu eru næstan eingi almenn arbeiðspláss, undantikið lærarafólk.

 

Hetta eru eini sethús, bygd á vanligt grundstykki, har gólvvíddin liggur um 200 fermetrar. Vit kunnu eisini heilsa og siga, at tað ikki er nótamaður, ið eigur húsini.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her