Leita á in.fo

Eirikur í Jákupsstovu, løgfrøðingur 05.06.2018 (14:06)

Ein røð av óhepnum hendingum

Tíðargrein prentað í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku, skrivað av Eiriki í Jákupsstovu, løgfrøðingi. 

 

Eitt tíðarskeið sum yngri brúkti eg sera nógvar tímar uppá at hyggja at dokumentarsendingum um flogfør, skip, tok og annað, sum endaðu í vanlukkum. Ofta byrjaði parturin við, at úrslitið fekst at vita, og síðan var farið aftureftir at finna útav hví tað hendi. Tá greiðast skuldi frá, hvør orsøkin til hendingina var, var svarið hvørja ferð tað sama: “Ein røð av óhepnum hendingum”.

Tað var ikki ein spurningur um, at veikasta liðið í ketuni ikki helt, men at fleiri lið og onkuntíð øll liðini ikki riggaðu, sum tey skuldu.

 

 

Í politikki eru tað ofta somu mistøkini, sum henda umaftur og umaftur, og hava við sær, at samfelagið riggar verri aftaná enn áðrenn ein avgerð varð tikin. Typiskar orsøkir til slík mistøk eru til dømis fornermilsi, løtuvinningur og taktikkur.

 

Tað var ein slík røð av óhepnum hendingum, sum fór í gongd beint eftir valið í 2002, og sum vit enn ikki hava sæð endaligu avleiðingarnar av nú 16 ár seinni, hóast flokkarnir eru farnir í sor og mest áhugaverda ásin í føroyskum politikki snýr seg um, hvussu øki í Føroyum innanhýsis kunnu berjast ímóti hvørjum øðrum í einum høvdingaspæli, har politikkur meira og meira snýr seg um persónliga inntøku og persónligt vald, og alsamt minni snýr seg at røkka ávísum málum fyri samfelagið.

Sjálvandi kann hugsast, at onkur av tingunum kanska høvdu hent, hóast onkur viðurskifti vóru øðrvísi, men í fleiri førum kundi skriðan verið steðgað, ella í øllum førum verið stýrd ein annan veg. Sjálvandi er tað mesta - um ikki alt - av hesum bakklókskapur, og sjálvandi kann hugsast, at okkurt faktuelt og onkur meting er skeiv, men kortini meti eg hetta geva eina nøkulunda rættvísandi mynd úr politisku skipanini.

 

 

 

Tingformaður av Oyri

Tað er mikudagur 15. mai 2002. Løgtingsval hevur júst verið, og tað gekk so mikið væl hjá sitandi loysingarsamgonguni, at hon hevði 16 tingmenn tá avtornaði, og tí ikki hevur meiriluta ímóti sær í løgtingum. Telvingin um samgonguna er ikki liðug og kann enn fara allar vegir, men sambært stýrisskipanini skal tingið hittast til fyrsta fundin í seinasta lagi tólvta yrkadagin eftir valdagin. Á fyrsta fundinum skal løgtingsformaður veljast, og av onkrari orsøk ger nývaldi tingmaðurin og einasta umboðið fyri Sjálvsstýrisflokkin á tingi, Kári P. Højgaard, av at taka undir við Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkinum, sum hava skotið upp, at Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum skal vera tingformaður. Samstundis megna Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin ikki at semjast um ein tingformann. Tjóðveldið peikar á Hergeir Nielsen hjá sær sjálvum. Fólkaflokkurin á Óla Breckmann. Trý umfør av atkvøðugreiðslum fara í gongd fyri at finna tingformann, nú ongin hevur meiriluta aftanfyri seg, og í triðja og seinasta umfarinum, tá Óli Breckmann ikki longur er ein valmøguleiki, eru tað framvegis 16 av 32, sum velja Edmund Joensen. Bara 13 av 32 velja Hergeir Nielsen. Sostatt er Edmund Joensen vorðin tingformaður, og nærum allar hugsandi samgongukombinatiónir eru framvegis gjørligar, hóast Sosialurin greitt vísir á, at tað ikki ber til at koma uttan um Javnaðarflokkin í verandi støðuni.

 

6. juni var nýggja landsstýrið loksins klárt við Anfinni Kallsberg sum løgmanni og 8 landsstýrisfólkum úr Tjóðveldisflokkinum. Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum.

 

Í hesi samgonguni var stevið nokk alla tíðina ivasamt, men seinasti seymurin í kistuna var helst bókin Skjót Journalistin, sum snúi seg um óreglusemi á einum virki í Norðdepli umleið kvarta øld frammanundan, har Anfinn Kallsberg, sum nú var løgmaður, hevði sín stóra leiklut. Helst hevði søgan ongantíð komið fram, um samgongustevið var betri, men endin bleiv, at Tjóðveldisflokkurin fríggjamorgunin 30. november 2003 boðaði løgmanni frá, at álitið var rokið. Úrslitið varð nýval, sum varð hildið 20. januar 2004. Hetta bleiv byrjanin til ABC-tíðarskeiðið í føroyskum politikki.

 

 

 

Einmælt valdur

Tá tingformaður skal veljast týsdagin 3. februar 2004, er tingmanningin ivaleys. Edmund Joensen hevði gjørt tað fínt sum tingformaður stutta valskeiðið frammanundan, har hann enntá sat í andstøðu. Hvør einasti tingmaður atkvøður fyri dámliga manninum av Oyri, hvørs ivasama eftirmæli sum løgmaður var um at vera gloymt.

 

Valskeiðið 2004-2008 gekk rímiliga væl hjá ABC samgonguni. Vanligt stríð var, men tað gekk væl í samfelagnum og við yvirtøkulóg og uttanríkislóg var ein roynd gjørd at seta punktum fyri fullveldismálið, samstundis sum javnaðarløgmaðurin, Jóannes Eidesgaard, staðfesti at stættarstríðið var av. Arbeitt varð eisini við einari Visjón 2015, sum á nógvan hátt seinni bleiv til veruleika. Hartil bleiv Norðoyatunnilin liðugur hetta tíðarskeiðið og § 266b í revsilógini ásett at vera galdandi fyri kynsliga sannføring.

 

 

 

Geniali taktikkurin til løtuvinning

Ímóti endanum av valskeiðnum var fyrrverandi løgmaðurin av Oyri greiður yvir, at lutfalsliga passivi leikluturin sum tingformaður ikki var besta staðið at skaffa sær atkvøður til eitt komandi val. Serliga sansaði at, nú tað blivu nógv sterk valevni úr Eysturoynni, og teir í veruleikanum blivu tríggir at berjast um teir báðar sessirnar, sum Sambandsflokkurin kundi væntast at fáa í valdøminum. Men úr vakra urtagarðinum á Oyrarbakka sæst svarið til at betra um møguleikarnar fyri afturvali meira ítøkiligt enn nakra aðrastaðni: Brúgvin um Streymin. Tí sjálvandi kenna og dáma øll sambandsfólk og onnur afturat hinumegin Streymin Edmund Joensen.

 

Úr sessinum sum løgtingsformaður legði hann tí uppskot fyri tingið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi í staðin fyri tey verandi sjey. Úr uppskotinum sæst aftaná eina søguliga gjøgnumgongd av valskipan, falnum og sleptum broytingarætlanum, at fyrsta grundgevingin fyri at broyta skipanina er betraða infrakervið í landinum. Hartil verða broytta fólkasamansetingin og væntandi betraða kvinnuumboðanin nevnd sum grundgevingar saman við betraða møguleikanum hjá einstaklingum at koma á ting. Í orðaskiftinum var eisini ótroyttiliga ført fram, at nú fór lokalpolitikkurin at blíva burtur úr føroyskum politikki.

 

Tá fólk á gøtuni blivu spurd, svaraðu tey meira konkret, at tað kundi verið gott at valt tann persónin, sum mann reint faktiskt vildi hava á ting.

 

Ikki bara eitt møguligt úrslit av uppskotinum kundi gagna uppskotssetaranum. Áhugin fyri uppskotinum og kjakið um uppskotið gav eisini tingformanninum ein góðan pall, har hann sjálvur var høvuðsleikarin, sum vísti seg fram til eitt komandi val. Timingin kundi í øllum førum ikki verið betri, nú hvørki loysing/samband ella vinstra/høgra vóru høvuðsmál, samstundis sum § 266b longu var samtykt.

 

 

 

Føroyar eitt valdømi

Aftaná nógva umrøðu og hart orðaskifti verður uppskotið samtykt tann 25. oktober 2007, tó við broytingini, at tað skulu vera 33 tingmenn heldur enn 31, sum upprunauppskotið legði upp til.

 

Umboð úr øllum fýra stóru flokkunum atkvøða ímóti, samstundis sum umboð úr somu flokkum, umframt teimum smærru, atkvøða fyri einum valdømi. Sjálvandi hava øll havt sínar serstøku orsøkir til at atkvøða fyri. Summi hava heilt vist ímynda sær, at skipanin við einum valdømi fór at hækka støðið í føroyskum politikki og fór at føra við sær landspolitikarar, men fyri smærru flokkarnar og fyri valevni, sum halda seg vera populerari í landinum sum heild enn í sínum valdømi, hevur tann parturin uttan iva verið ein motivatión. Hjá smærru flokkunum er fyrimunurin varandi, men popularitetur hjá einum einstøkum valevni er komandi og farandi, og tí hevur í fleiri førum bara verið talan um løtuvinningar.

 

Tó er púra greitt, at gamla skipanin við 7 valdømum hevði síni lýti, serliga tí Suðurstreymur var undirumboðaður í mun til fólkatalið. Hyggja vit til dømis at tinginum, sum atkvøddi um eina valdømið í 2007, so vóru 10 fólk vald úr Suðurstreymi, samstundis sum 22 vóru vald í øðrum valdømum. Samstundis búðu síðst í 2007 18.385 fólk í Suðurstreymi og 48.311 í landinum samlað. Sostatt hevði Suðurstreymur 31 % av tingmanningini, hóast tey umboðaðu 38 % av fólkunum. Í dag eru umleið 13 tingfólk úr Havn (veldst hvussu tað verður gjørt upp), sum svarar til 39 % av tingmanningini í mun til eitt fólkatal, sum svarar til líka undir 40 %.

 

 

 

Royndu at bøta skaðan

Á heysti í 2009, bara tvey ár eftir at verandi valdømisskipan var samtykt, ger Sosialurin støðuna upp, og tað vísir seg nú at vera meiriluti fyri at fara aftur til fleiri valdømi. Heili 5 av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri einum valdømi í 2007, hava broytt hugsan.

 

Ein tilgongd fer stutt eftir í gongd, har Hergeir Nielsen, frávaldi tingformaðurin í 2002, sum nú endiliga er vorðin tingformaður, setir eina kanning í verk um at broyta skipanina.

 

Uppskotið, sum tóktist mest sannlíkt, var eitt skipan við 5 valdømum, har farið var aftur til gomlu valdømini, men Vágar og Norðurstreymur umframt Sandoy og Suðuroy skuldu vera felags valdømir.

 

Sosialurin setir á vári í 2010 hesa skipan upp við vegleiðing frá serfrøðingum. Valið í 2008 verður nýtt sum dømi og síðan verður høvd sett á, hvørji høvdu verið vald við 5 valdømum. Úrslitið verður, at Edmund Joensen ikki hevði verið valdur og um landsstýrisfólkini vóru tey somu, so hevði Eyðgunn Samuelsen ikki komið á ting, men kortini hevði kvinnuumboðanin verið størri.

 

Sostatt bendir nógv á, at Føroyar eru á veg burtur frá einum valdømi, tí tingmanningin tykist hava lært av mistakinum. Ella kanska høvdu fleiri bara lagt til merkis, at tey kortini høvdu betri møguleikar fyri afturvali við fleiri valdømum.

 

Undir hesari seinnu ABC samgonguni verður spurningurin um valdømi sostatt aftur eitt stórmál og fleiri uppskot liggja í tinginum um tillagingar. Eitt uppskot um at fara aftur til tey 7 gomlu valdømini, har Suðurstreymur tó fekk ein tingmann afturat, verður enntá samtykt við aðru viðgerð, men endar við at fella, tí Gerhard Lognberg av onkrari kanska tilvildarligari orsøk ikki er í tinginum, men Heðin Mortensen er har í staðin, og Bill Justinussen skiftir hugsan millum 2. og 3. viðgerð. Í skrivandi stund hevur Sandoyggin ein tingmann í mun til tveir í 2010 og Eysturoy fimm í mun til sjey í 2010.

 

Hetta er eisini í tráð við eina samanbering, sum Pól R. Wolles, stjórnmálafrøðingur, hevur gjørt við Ísrael – sum saman við Grønlandi er einasta land í vesturheiminum við einum valdømi – har funnið verður fram til, at serliga økini tætt við høvuðsstaðin missa sína umboðan við einum valdømi.

 

 

 

Allar ótonktar avleiðingar

Síðan 2010 hava tvey onnur val verið við einum valdømi, og tað eru ikki bara upprunaliga væntaðu avleiðingarnar av einum valdømi, sum hava víst seg. Eitt er, at summi øki hava mist politiskt vald, men størru avbjóðingarnar eru so nógvar aðrar. Eitt er samanblandið millum kommunur og løgting, har øki savna seg um ein høvding, sum kanska fær togað nakrar milliónir ella okkurt arbeiðspláss til sítt øki. Eitt annað er Poul Michelsen bleiv fornermaður við Fólkaflokkin og stovnaði sær ein havnaflokk.

 

Og tá eri eg ikki komin inn á gomlu politisku flokkarnar, sum eru í sori. Lokalfeløgini ana, tá løgtingsval nærkast, tí nøkur valevni, sum oftast ongan kjans hava til at verða vald, skulu á ein uppstillingarlista. Ofta verða trúgvir stuðlar hjá flokkunum settir á listan, meðan mann samstundis roynir at finna sær onkur fólk, sum fáa nógv likes á facebook ella ofta eru í sjónvarpinum. Tí tað er hesi seinnu mann má satsa uppá, nú tað ikki snýr seg um at savna nóg mikið úr einum øki til eina munandi umboðan á tingi, men heldur hevur tørv á toppskorarum, sum draga onnur inn um tinggáttina, so flokkurin hevur eina umboðan, sum kann brúkast í spælinum um valdið eftir valið.

 

Sonja Jógvansdóttir og Javnaðarflokkurin eru eitt gott dømi, har flokkurin minkaði so skjótt sum blekkið úr printarnum við endaliga samgonguskjalinum var turt. Í grundini vísir flokkurin seg í løtuni sum eitt savningarstað og pallur hjá flokshopparum og tí mann annars hevur funnið av fólki millum pubbina á Tvøroyri og virkið á havnarlagnum. Her skulu vit eisini minnast til, at her er altso talan um peningaliga sterkasta politiska flokkin í landinum, sum í grundini hevur eitt sterkt bakland og heldur felagstiltøk fyri allan flokkin fleiri ferðir um árið.

 

 

 

Kann broytast líka fra ólavsøku til flaggdag

Við øktu umboðanini úr Havn hava vit hartil uppliva eina støðu, har alsamt fleiri kring landið ikki kenna seg aftur í tí, sum fer fram í tinginum. 

 

Føroyaflokkurin er tað nýggja, og tað er væl skilligt at hann verður stovnaður í hesum tíðum. Men vísir tað á ein politikk fyri alt landið, tá høvuðsendamálið er, at tey 40%, sum búgva í høvuðsstaðnum ikki skulu hava nakað meira, fyrr enn ein ávísur tunnil er gjørdur og gjøldini frá alivinnuni fara beint í kommunukassar á bygd?

Svarið sigur seg sjálvt.

 

Kanska er tað veruliga ikki so stórur munur á, hvar landið leggur sínar íløgur í dag í mun til fyri 15 árum síðan. Men skuldi nøkur íløga gerast nakrastaðni, so máttu fólk úr fleiri økjum atkvøða fyri. Fyri 15 árum síðan bar til at fáa politikarar úr øllum Føroyum, at taka undir við at stovna almennar stovnar í Havn og at gera útbyggingar av Landssjúkrahúsinum. Tað var ikki ein so stórur vandi fyri skilagóðar avgerðir, at alt landið hevði umboðan tryggjaða. Kanska eri eg naivur, men eg hugsi tað júst er ein breið samanseting, sum altíð er umboðandi fyri alt landið, sum kann býta valdið soleiðis ímillum sín, at mann tekur skilagóðar avgerðir fyri alt landið og ikki bara leitar eftir løtuvinninginum við at vera taktiskt fornermaður.

 

Eg dugi í øllum førum ikki á nakran hátt at síggja, at verandi valskipan er nakað annað enn ein røð av óhepnum hendingum, sum byrjaði, tá tað gekk illa at skipa samgongu í 2002, bleiv sett í verk, tá Edmund Joensen legði til merkis, at tað fyri afturval ikki var eitt kupp at vera tingformaður, og enn ikki er vorðin rættað, hóast tinglimir og landsstýrisfólk hvønn einasta dag í árinum millum ólavsøku og flaggdag hava møguleika at gera nakað við tað.

 

 

 

Tórshavn 25. mai 2018


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her