Ein søga um eina amtmansdóttir úr Havn

Undir heitinum »Fra Thorshavn til Brandts Klædefabrik« hevur Charlotte Langkilde ein fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavan 8. mars 2017 klokkan 18.00. Tað er Kvinnufelagið, ið skipar fyri.

 

Charlotte Langkilde hevur skrivað eina sera áhugaverda bók um langommu sína, amtmansdóttrina Oluffu, sum var fødd og vaks upp í Havn í 1850'unum.

 

Hon var dóttir umstrídda amtmannin Dahlerup. Bókin gevur eina góða lýsing av, hvussu embætisfólk livdu í Føroyum tá, og hvussu forarmað fólk í Havn vóru.

 

Bókin er ein lýsing av einari sera óvanligari kvinnu í hennara tíð. Oluffa giftist við manninum, ið átti Brandts Klædefabrik í Odense – ein av størstu fyritøkunum í Danmark.

 

Tá hann doyr longu í 1905, tekur Oluffa yvir, og rekur væleydnað virksemið víðari, og gerst ein múgvandi kvinna. Eitt ríkidømi, sum tíbetur eisini kemur fátøkum og sosialt illa stillaðum í Odense til góðar.

 

Eisini føroyskum  kvinnum stuðlaði hon – til dømis við at stuðla Hvíldarheiminum Naina. Hennara sosiala eyðkenni og virksemi kundi sporast aftur til tíðina í Havn og fátækradømið har, sigur rithøvundin.