fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Fyri einari viku síðan skipaði Borg í Runavík fyri hátíðarløtu, har tey vildu heiðra hin 72 ára gamla, Ragnhard Hansen.

Vilmund Jacobsen 11.01.2019 (19:31)

Ein vika gjørdist til 40 ár

- Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at henda eina vikan, eg varð biðin um at hjálpa til í saghúsinum hjá Højgaards Handilsvirki á sumri í 1978, skuldi gerast til meira enn 40 ár.

 

Tað sigur 72 ára gamli, Ragnhard Hansen, sum nú hevur latið stafettina víðari í timburhandlinum hjá Borg í Runavík. Fyritøkan, sum Rodmundur Nielsen eigur, hevur røtur heilt aftur til 1906.

 

Avloysarin í starvinum hjá Ragnhardi Hansen er bróðursonurin, Jonhard Hansen, sum nú hevur ábyrgdina av impregneraða timbrinum hjá Borg í Runavík.

 

Fyri einari viku síðan skipaði Borg í Runavík fyri hátíðarløtu, har tey vildu heiðra hin 72 ára gamla, og her vóru bæði starvsfelagar, familja og vinir, sum heilsaðu Ragnhardi Hansen.

 

Hóast tíðin hjá Højgaards Handilsvirki - og seinni Borg - gjørdist lívsstarvið hjá hesum manni, var hann eisini sjómaður í fleiri ár, áðrenn hann fór at hjálpa til í saghúsinum hjá timburhandlinum.

 

- Eg var mín síðsta túr til skips á vári í 1978 sum avloysari við rækjutrolaranum Kristinu Logos. Hetta var eitt stórt og nútímans skip við stórari innilokaðari verksmiðju.

 

Ragnhard Hansen sigur, at teir vóru burtur í hálvan triðja til tríggjar mánaðir, og tað var, eftir at hann hevði verið heima í nakrar fáar dagar, at hann varð ringdur upp av Højgaards Handilsvirki.

 

Í dag er stór samrøða við hin 72 ára gamla í VikuskiftisSosialinum um tíðina, hann var sjómaður og royndi tað mesta á sjónum - um um hesi stíviga 40 árini í timburhandlinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her