fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (10:31)

Ein vika til sólarris áðrenn klokkan átta

Tað er eingin loyna, at vetrarmánaðirnir kunnu vera tungir hjá summum at koma ígjøgnum. Meðan vit vita, at vetrartunglyndi er ein vandi í Føroyum orsaka av fáu dagstímunum um veturin, so eru tey ivaleyst eisini nógv, sum gleða seg at fara til arbeiðis og heim frá arbeiði tá tað er ljóst. 

 

 

 

Nú eru so góð tíðindi fyri tey, sum arbeiðia frá 8.00. Tí um eina viku - tað er 19. februar - verður sólarris klokkan 7.58 og sólsetur aftur klokkan 17.22. Sostatt verður dagurin tá um 9 og ein hálvan tíma. Til samanberingar kann sigast, at í morgun var sólarris klokkan 8.19, og sólsetur í dag verður klokkan 17.02. 

 

 

 

11. mars rísur sólin so áðrenn klokkan 7, og tað ger hon so aftur 29. mars. 25. mars flyta vit klokkuna, tískil hendir hetta tvær ferðir. 16. apríl rísur sólin so áðrenn klokkan 6, 6. mai áðrenn klokkan 5 og 29. mai áðrenn klokkan fýra. Mong gleða seg eisini til longu summarkvøldini og longu í næstu viku setur sólin fyrstu ferð eftir klokkan 16.

 

 

 

12. februar er sólsetur fyrstu ferð eftir klokkan 17, 5. mars eftir klokkan 18, 27. mars eftir klokkan 20, 18. apríl eftir klokkan 21, 10. mai eftir klokkan 22 og 3. juni eftir klokkan 23. Dagarnar leingjast alla tíðina, og longu 18. mars verður dagurin yvir 12 tímar. Hendan dagin er sólarris klokkan 06.35 og sólsetur klokkan 18.36. Tveir mánaðir seinni, 19. mai, er dagurin yvir 18 tímar langur. Tá er sólarris klokkan 04.23 og sólsetur klokkan 22.25. Longsti dagur, 21. juni, er 19 tímar og 45 minuttir langur. Sólin rísur klokkan 03.36 og setur klokkan 23.21.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her