Leita á in.fo

Bárður S. Nielsen 14.03.2017 (11:27)

Einans hart arbeiði og realpolitikkur bera á mál

Sambandsflokkurin vísir á, hvussu útflutningsvirðið Føroya kann tvífaldast, og arbeiðspláss margfaldast, meðan 14. september-samgongan einki ger við at tryggja búskaparliga og fíggjarliga haldføri Føroya, meðan útreiðslurnar spola uppeftir


Sambandsflokkurin vísir á loysnir: hvussu útflutningsvirði Føroya kann tvífaldast, hvussu arbeiðspláss í hópatal kunnu skapast, og hvussu føroysk vælferð – við nýggjum inntøkum – kann langtíðartryggjast.

 

Lykilin er ein nógv betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin við sínum 500 milliónum brúkarum. At fáa nógv meira av fiskatilfeinginum upp á land. Og at fara frá at vera rávøruútflytari til at vera matvøruframleiðari.

 

Marknaðaratgongdin er avgerandi, og hana vilja vit útvega í tøttum samstarvi við okkara partnarum í Ríkisfelagsskapinum. Hetta vilja vit gera heldur enn at gera sum 14. september-samgongan, ið setur ein heiður í at skapa konfliktir við donsku stjórnina, og sendir sínar fólkatingslimir til Danmarkar at knarra og prædika um fullveldi.

 

Hvar fór alt tosið hjá gomlu andstøðuni, sum nú er í samgongu, um at tryggja fíggjarliga haldførið hjá Føroyum?

 

Afturgjald av stóru skuldini hjá landinum?

 

At fremja bygnaðarbroytingar innan tað almenna?

 

Menna fleiri vinnulig arbeiðspláss á landi?

 

Tálma ovurstóra íløgurnar og nýtsluna hjá tí almenna?

 

Búskaparráðið staðfestir aftur og aftur, at búskaparliga langtíðarhaldførið ikki er nøktandi í almenna geiranum. Tørvur er á broytingum, og Føroyar mugu lagast til tað lítla samfelag, ið vit hava.

 

Fyri fáum døgum síðani staðfesti Búskaparráðið í síni nýggjastu frágreiðing, at samgongan einki hevur gjørt fyri at betra haldførið. Als einki!

 

Tað er heilt týðiligt, at í løtuni er ongin, sum rættuliga hættar sær at tosa um at vera búskaparliga ansin og at brynja okkum til verri tíðir, uttan at verða kallaður ljósasløkkjari.

 

Í løtuni sær tað eisini út til, at samgongan og landsstýrið seta mál á politisku dagskránna, sum skapa nógva órógv og spjaðing í fólkinum.

 

Hví ikki heldur seta dagskránna við at skapa vinnulig arbeiðspláss og inntøkur – og sum hava við sær, at vit kunnu yvirliva búskaparliga og varðveita okkara vælferðarsamfelag?

 

Føroyar og føroyingar fara ongantíð at yvirliva og klára seg við populistiskum og nationalistiskum dreymum og signalpolitikki.

 

Tað gerst einans við hørðum arbeiði og realpolitikki.

 

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum