Fiskivarði, sum her liggur við Vestaru Bryggju, er ein av smáu ísfiskalínubátunum. Onnur smærri ísfiskalínuskip eru eitt nú Volunteer og Anru, fyrrverandi Mýlingur, sum eisini hevur havt onnur nøvn.

Eingi ísfiskalínuskip eru til fiskiskap

- Veðrið er skiftandi, og roknað verður ikki við nógvum útróðri aftrat fram til jólar.

Fiskivarði, sum her liggur við Vestaru Bryggju, er ein av smáu ísfiskalínubátunum. Onnur smærri ísfiskalínuskip eru eitt nú Volunteer og Anru, fyrrverandi Mýlingur, sum eisini hevur havt onnur nøvn.

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar seinastu metingar fyri fiskatilfeingið hesa vikuna, varð sagt, at øll ísfiskalínuskipini liggja.

 

- Ísfiskalínuskipini fara neyvan útaftur fyri jól, varð lagt aftrat.

 

Øðrvísi er við frystilínuskipunum, tí her eru fleiri til fiskiskap. Eitt er í Grønlandi, eitt á Føroyabanka, eitt á Íslandsrygginum, og so eru sjey á landgrunninum.

 

- Línuskipini fáa mest av toski, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.

 

Um útlitini til útróður varð sagt, at streymurin er hampiligur hesa vikuna, men veðrið er skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri aftrat fram til jólar.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið hampiligur, og bátarnir hava fingið mest av hýsu og toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Fiskivarði, sum her liggur við Vestaru Bryggju, er ein av smáu ísfiskalínubátunum. Onnur smærri ísfiskalínuskip eru eitt nú Volunteer og Anru, fyrrverandi Mýlingur, sum eisini hevur havt onnur nøvn.