fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.9m/s

Leita á in.fo

Ófriðurin í Fraklandi ger seg inn á EM í hondbólti

Sjúrður Hildarson Hoydal 08.12.2018 (14:39)

Eingin EM-hondbóltur í dag

EM í hondbólti verður í løtuni leikt í Fraklandi.

Kappingin er komin úr fyrsta umfari, og í gjár var farið undir meginumfarið, har favorittarnir úr Norra endiliga fingu fyrstu stigini móti Ungarn.

Í dag var meiningin at millum annað Svøriki og Frakland skuldu spæla ein avgerandi dyst, men allir dystir í dag eru útsettir.

 

Orsøkin er ófriðurin, ið valdar í Fraklandi í dag

Les eisini: Paris: 300 fólk handtikin í morgun

 

Longu í gjár var avgerð tikin um at avlýsa allar dystir leygardagin, tí tað var mett at vera ov trupult at hava tamarhald á trygdini hjá mongu áskoðarunum.

Tí var avgjørt at útseta allar dystir til í morgin, sunnudagin, tá ið dystirnir verða hesir.

 

Svøriki - Frakland kl. 15.00

Serbia - Russland kl. 18.00

 

Merkisvert er, at Danmark og Russland spæla ein avgerandi dyst longu mánadagin, so tað verður trupult hjá russum, ið bert fáa eitt samdøgur at hvíla seg í, eftir ein somuleiðis truplan dyst móti Serbia.

So síðsta orðið er neyvan sagt frá russiska landsliðnum, ið telist millum stóru favorittarnar.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her