Eingin fjald dagsskrá í KVF. Punktum!

– Tað er satt at siga nakað tvætl, at samgongan fær fría mikrofon í Kringvarpinum

– Tað er satt at siga nakað tvætl, at samgongan fær fría mikrofon í Kringvarpinum.

 

Tað sigur Heini Gaard, settur tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í viðmerking til tað, sum Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður segði í hvassari viðmerking til Kringvarpið í gjár.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/kvf-hevdi-serliga-deild-at-fella-landsstyrid/KVF hevði serliga deild at fella landsstýrið

 

– Hatta má standa fyri hansara rokning. Mær vitandi hevur ongantíð verið nøkur task force deild sett í Kringvarpinum. Hvørki í mínari tíð sum tíðindaleiðari ella frammanundan, sigur Heini Gaard.

 

– Hasum kann eg blankt afturvísa, sigur hann.

 

– Tað er eingin fjald politisk dagsskrá í Kringvarpinum. Punktum. Og eg síggi heldur ikki nakran trupulleika í tí, at tveir politikarar úr samgonguni eru í einum politiskum kjaki í sjónvarpinum, um ein ósemja er um eitthvørt í samgonguni. Viðhvørt eru ósemjur í samgonguni, og viðhvørt eru ósemjur millum samgongu og andstøðu. Og so verður kjakið og luttakararnir í kjakinum hareftir, sigur Heini Gaard.

 

Hann vísir á, at andstøðan óteljandi ferðir hevur verið við í slíkum kjaki. Hon er á ongan hátt útihýst úr Kringvarpinum.

 

– Tað skal bara ein pinkalítil leiting til, so finnur eisini Bjarni Djurholm út av tí, sigur Heini Gaard.

 

Bjarni Djurholm er ein av royndastu politikarum í Føroyum. Hann hevur verið landspolitikari í eina fjórðingsøld, harav næstan átta ár sum landsstýrismaður í vinnumálum. Men hvat heldur tíðindaleiðarin í Kringvarpinum um ein so hvassa viðmerking frá einum slíkum persóni?

 

Bjarni Djurholm er sera atfinningarsamur. Tað er hann ofta, og hann hevur ofta skrivað viðmerkingar, har hann altíð finst at Kringvaprinum. Tað sum hann helst í veruleikanum er ónøgdur við, er at tað er ein samgonga, sum hann ikki er samdur við.

 

– Men Bjarni Djurholm er eisini fastur partur í einum paneli í Kringvarpinum, har fyrrverandi politikarar gera sínar viðmerkingar til dagsins politikk. Hann hevur eisini verið nógv í Kringvarpinum sum landsstýrismaður og fleiri ferðir síðani tá.

 

– Men tað er gott, at fólk hava meiningar um tingini, og at tey siga sína meining, sigur Heini Gaard. Tað er bara gott, heldur hann.