fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 17.07.2017 (12:28)

Eingin greið niðurstøða til kæruna

Tað gjørdi ikki nógvan mun hjá ljósmøðrunum at kæra viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum til Heilsi- og Innlendismálaráðið. Ráðið hevur nevniliga svarað kæruni frá teimum 17 ljósmøðrunum, ið varð send ráðnum 15. apríl í kjalarvørrinum av, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevði broytt leiðslubygnaðin á føðideildini.


Í niðurstøðuni leggur ráðið dent á, at talan er um eitt torskilt mál, og at tað er trupult at koma við eini greiðari niðurstøðu til kæruna.


- Sum áður nevnt, er talan er um sera ymisk viðurskifti, sum tað verður kært um, har tað í nøkrum førum er torført ella ógjørligt hjá HIMR at koma við einari greiðari niðurstøðu. Samstundis, er tað ei heldur møguligt at koma við eini samlaðari niðurstøðu, sum er eintýdd.


Í fleiri førum vísir Heilsu- og Innlendismálaráðið tó kæruna frá sær, og vísir á, at talan er um skeiva adressu.


- Í mun til kærupunkt 1, 2 og 5 verður kært um brot á sáttmálan millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at HIMR er ikki rætti myndugleiki at viðgera ósemjur um sáttmála og í hvønn mun tað er framt sáttmálabrot. Í hesum føri verður gjørt vart við, at um ljósmøðurnar á LS meta, at stjórnin hevur framt áhaldandi sáttmálabrot, eiga tær at fara til Ljósmøðrafelag Føroya, sum kann taka tað upp við sáttmálapartin, sum í hesum føri er Fíggjarmálaráðið, ella felagið leggur kærurit beinleiðis fyri Fasta Gerðarrætt til støðutakan. Soleiðis verður hetta gjørt í samsvari við §2, stk. 2 í sáttmálanum, skrivar ráðið í svari til ljósmøðurnar.


Tað eru tó eisini fleiri viðurskiftir í kæruni, har aðalráðið metir, at tað er neyðugt, at ósamdu partarnir loysa samstarvstrupulleikarnar, og verður serliga heitt á stjórnina á Landssjúkrahúsinum at taka stig til hetta.


- Gjøgnumgangandi verður tað í kæruni víst á samstarvstrupulleikar við leiðslu og fakbólkar og víst verður á, at støðan er als ikki góð eftir tær bygnaðarbroytingar, sum eru framdar 1. apríl í ár. Í hesum sambandi fer HIMR at heita á stjórnina á LS um at gera alt fyri at avbjóðandi samstarvstrupulleikarnir verða loystir beinanvegin.