Eingin koyrdi ov skjótt og eingin var drukkin

- Onkrar átalur vórðu givnar, men ongar bøtur. Talan var um so smá mál, at bilførarar bert fingu átalu og boð um at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur løgreglan.

Tað er næstan ikki dagur - ei heldur nátt - at løgreglan ikki ger ferðslukanningar ella onnur ferðsluátøk kring landið.

 

Soleiðis var eisini í gjár og í nátt, tá ferðslan kring høvuðsstaðarøkið, í Eysturoy og Suðuroy varð kannað.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at eingin bilførari varð máldur at koyra ov skjótt, og eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

 

- Onkrar átalur vórðu givnar, men ongar bøtur. Ein bilførari koyrdi við tokulyktum, hóast tað ikki var toka, og tað er ikki loyvt. Í onkrum bili var onkur lítil pera, sum ikki lýsti.

 

Løgreglan sigur, at talan í nevndu førum var um so smá mál, at bilførarar bert fingu átalu og boð um at fáa viðurskiftini í rættlag.