Eingin vindur komandi dagarnar

Soleiðis verður veðrið komandi dagarnar

Í dag sigur DMI, at tað verður at kalla eingin vindur - undir 5 m/s av skiftandi ættum. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Hitin um 10 - 12 stig. Í kvøld eisini undir 5 m/s, skíggjað og turt. Hitin í nátt um 7 - 10 stig. 

 

 

Mánadagin eisini at kalla eingin vindur - undir 5 m/s av suðri. Fyri tað mesta turt og sól, hitin upp í 13 stig um dagin og millum 7 og 10 stig um náttina. 

 

 

Týsdagin sigur DMI somuleiðis at kalla ongan vind, undir  5 m/s av suðri, og seinni uppá dagin veksur hann vindin til 5 - 10 m/s. Skíggjað og regn í støðum, um náttina klárnar aftur tó einstøk æl. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 11 stig.