Eingin virðing fyri rørslutarnaðum

Tey sum varða av lyftuni, sum alla hesa vikuna hevur staðið á einum bási til rørslutarnað í Tórsgøtu í Havn hava onga virðing fyri teimum, sum eru rørslutarnað

Tey sum varða av lyftuni, sum alla hesa vikuna hevur staðið á einum bási til rørslutarnað í Tórsgøtu í Havn hava onga virðing fyri teimum, sum eru rørslutarnað.

 

Tað má vera stutta niðurstøðan, eftir at lyftin, sum sæst á myndini, alla hesa vikuna hevur staðið á einasta bási til rørslutarnað í Tórsgøtu í Havn.

 

Ein slík lyfta hevur ongar nummarplátu, og hevur tí als ikki loyvi at parkera á almennum veg. Kortin hevur hendan lyfta, sum hevur verið nýtt til at mála Meiaríið hjá Tórshavnar kommunu, staðið á básinum alla vikuna, uttan at nakar, sum varðar av, letst um vón.

 

Fyri sløkum tveimum vikum síðani skriaðu vit á in.fo og í Sosialinum um trupulleikan við fólkum, sum hava so lítla virðing fyri rørslutarnaðum, at tey kortini parkera á básunum.

 

Tá segði Barba Sandá Nielsen, at hon ikki skilti, hví fólk í Føroyum ikki kunnu vísa virðing fyri rørslutarnaðum.

 

– Tað virkar ikki sum, at fólk leggja nakað í, um vanligir bilar parkera á parkeringsbásum, sum eru ætlaðir rørslutarnaðum. Eg síggi hatta næstan dagliga í Føroyum. Fólk vilja stilla seg har, so tey kunnu sleppa skjótari framat har, sum tey vilja. Hetta er manglandi virðing og dovinskapur á hægsta stigi, sigur hon.

 

Trupulleikin við at parkera á vanligum parkeringsbásum er, tá rampan til koyristólin skal úr bilinum. Parkeringsbásarnir fyri rørslutarnað eru væl størri enn vanligu básarnir, soleiðis at pláss er fyri at fáa rampuna og koyristólin út. Tað er ofta ikki pláss til hetta á fleiri av vanligu parkeringsbásunum og fyri tey, ið hava rampu aftanfyri í bilinum, kemur rampan beinleiðis út á vegin, har bilar koyra.

 

Barba Sandá Nielsen skilir ikki, hví eingin tekur ábyrgd, tá bilar parkera ólogliga á parkeringsbásum, ið eru ætlaðir folk við rørslutarni.

 

– Onkur má taka ábyrgd, tá hetta hendir. Eg kann ikki flyta bilin sjálv, segði hon.

 

Í Føroyum er ikki munur á, um parkerað verður ólógliga á vanligum parkeringsbásum ella á parkeringsbásum fyri rørslutarnað. Bótin er 200 krónur í báðum førum. Í Danmark fært tú eina bót upp á 1020 krónur fyri ólógliga parkering á básum fyri rørslutarnað – dupult so nógv sum vanliga bótin.

 

Tóra við Keldu, sum er forkvinna í MEGD, sum umsitur útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti til rørslutarnað segði, at tey fleiri ferðir hava fingið áheitanir um trupulleikan við ólógligum parkeringum í básum fyri rørslutarnað. 

 

– Vit hoyra frá teimum, sum hava parkeringskort, at tá tey skulu parkera í básunum, so kemur tað meira enn so fyri, at har standa bilar, sum ikki hava parkeringskort. Hatta er ein avbjóðing, sum er ordiliga keðilig. Vit mugu hava virðing fyri, at tað eru nøkur fólk í samfelagnum, sum hava brúk fyri hasum básunum, sigur Tóra við Keldu.

 

Vit kunnu so bara vóna, at onkur sum varðar av hesi lyftini í Tórsgøtu tekur seg saman og syrgir fyri, at hon verður flutt alt fyri eitt.

 

TRÝST HER fyri at lesa greina »FØROYINGAR VIRÐA IKKI PARKERINGS- BÁSAR FYRI RØRSLUTARNAЫ í Sosialinum 3. august 2018