Eingir pengar á Tórsfest

– Og endurnýtsla verður í Kioskini hjá Astu

Á tónleikafestivalinum Tórsfest í Havn í kvøld fara plastgløs ikki at liggja og rekast á vegnum, so sum vanligt hevur verið

 

Eta, sum hevur útskeinkingina um hendi á Tórsfest, fer eins og á G!Festivalinum ikki at taka ímóti reiðum peningi og bara at selja drykkir í endurnýtslugløsum.

 

Eftir góða undirtøku og ynski frá fyriskiparunum fara tey aftur at nýta pantskipanina á Tórsfest 2018, siga tey hjá Eta.

 

Men hvussu skalt tú bera teg at, um tú vilt savna gløs og vinna tær pening?

 

Pantskipanin riggar á tann hátt, at 10 kr. verða goldnar í panti fyri fyrsta glasið.

 

Næstu ferð, farið verður í barrina, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og tú sparir pantið.

 

Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í kioskini hjá Astu, har peningurin verður útgoldin ella settur inn á Meira av tí góða kortið.

 

– Afturat hesum verður ársins Tórsfest eisini eitt kontantfrítt tiltak. Tí heita vit á øll, ið ikki eiga Visa ella onnur líknandi gjaldskort, um at fylla á sítt Meira av tí góða kort, áðrenn tey fara á Tórsfest, siga tey Eta.

 

Á heimasíðuni hjá www.meiraavtigoda.fo ber til at fylla á títt kort, áðrenn og undir festivalinum og keypa/fylla á kort til børnini.

 

– Hevur tú eina restupphædd á kortinum eftir festivalin ber til at nýta kortið á øllum støðunum hjá Gist & Vist, at fáa útgjald í reiðum peningi ella við flyting til tína bankakonto.

 

– Tað verður sjálvandi eisini møguligt at keypa sær eitt Meira av tí góða kort inni á sjálvum økinum, skriva tey.

 

Tað er altso bara nú á Tórsfest, at Kioskin hjá Astu verður endurnýtslubúð. Í heyst letur kioskin uppaftur við vanligum kioskvørum umframt við gongumati og gongukaffi.