fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Myndina hevur Ingi Sørensen tikið

Barbara Holm 09.08.2018 (11:15)

Einki eftirlit: Tú kanst taka sum tú vilt

- Mær vitandi eru ongar forðingar fyri, at fólk kunnu heinta og fiska tað tey vilja úr sjónum, sigur Peter Flugge, skrivar í Yvirfriðingarnevndini. Í Heilsu- og Innlendismálaráðnum vísa tey til Yvirfriðingarnevndina í málinum um teir risa stóru krabbarnar við Gjógv, sum fyri nøkrum døgum síðani vórðu tiknir av ferðafólki, eftir at hava livað í gjónni í fleiri ár.

 

Les eisini: Einki eftirligt: Ferðafólk ruddað gjónna fyri krabbar

 

Peter Flugge, skrivar í Yvirfriðingarnevndini sigur, at upp á standandi fót fær hann ikki sagt, um krabbarnir av onkrari orsøk skuldu verið friðaðir. Men helst eru teir ikki tað, og sostatt eru ongar reglur, sum forða fólki at taka teir - og alt annað ein kundi hugsað sær - úr gjónni við Gjógv og fyri so vítt eisini alla aðrastaðni í havinum kring Føroyar.

 

- Í Danmark og aðrastaðni við eru fiskakort, sum fólk skulu hava frá tí almenna, fyri at sleppa framat at fiska í alment atkomiligum støðum. Men tað hava vit ikki í Føroyum. Í Leynavatni og nøkrum fáum vøtum aftrat skalt tú tó hava fiskakort, tá tú ætlar tær at fiska laks í sesongini, men tað er til eitt felag, sum hevur rættindi og ikki til landið, greiðir Peter Flugge frá í morgun. 

 

 

Les eisini: Gjáarmaður: Ferðafólkini vóru eisini kedd

 

 

- Krabbarnir eru at helst at meta sum alt annað fiskarí. Fólk fara við tráu har tey vilja at fiska, tað eru ongar forðingar fyri tí, greiðir Peter Flugge frá. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her