fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.08.2018 (09:07)

Útlendingar ruddað gjónna fyri krabbar

Gjógvin við Gjógv er tiltikin vøkur. Seinastu mongu árini hevur hon verið eina vitjan verd hjá mongum kavarum. Og eitt, sum hevur verið at upplivað undir vatnskorpuni, eru fimm/seks risa stórir krabbar, sum hava verið at sæð við sama øki í gjónni í fleiri ár.

 

Ein teirra, sum hevur havt mong ferðafólk við sær í gjónni við Gjógv og tikið manga mynd av hesum risakrabbunum, er Ingi Sørensen. Men í dag er eingin risa krabbi eftir. Orsøkin er, at fyri nøkrum døgum síðani vitjaðu nøkur ferðafólk við Gjógv. Hesi høvdu kavaraútgerð, og tá tey fóru úr gjónni aftur, høvdu tey allar risa krabbarnar við sær. So nú eru hesir nógv avmyndaðu krabbar helst blivnir ein betri biti hjá nøkrum ferðafólkum. Ein hending, sum Ingi Sørensen er sera harmur um.

 

- Tað ringasta av øllum er, at vit kunnu jú einki gera við tað. Eingin lóg forðar, at fólk taka tað teimum lystir úr havinum, sigur Ingi Sørensen.

 

Umframt at hann kavar nógv í Føroyum, so hevur Ingi Sørensen eisini drúgvar royndir við at kava í øðrum londum.

 

- Eg havi so ongantíð enn upplivað, at tað ikki er ólógligt at taka nakað úr sjónum. Har eg havi verið er mottoið vanliga “tak bara myndir við tær avstað, lat bara bløðrur liggja eftir tær”. Hetta tí, at man sjálvandi ikki kann oyða náttúruna, har man er. Men tað kann man so í Føroyum, sigur ein mótfallin Ingi Sørensen.

 

Í næstum skal Ingi Sørensen eftir ætlan til Finnlands á kavaraferð. Men til tað krevst serligt loyvi, sum tú skalt søkja um.

 

- Tað er eisini av trygdarávum, men tað er púra vanligt, at tú skalt hava loyvi og ein guide við tær, tá tú kavar í øðrum londum, sigur Ingi Sørensen, sum eftirlýsir reglur á økinum.

 

- Tað er sjálvandi keðiligt at gera forboð, men sum tað allarminsta má man gera tað ólógligt at taka nakað við sær úr sjónum. Ímynda tær, um ferðafólkini fóru avstað við øllum fuglunum teir sóu í einum bergi. Tað hevði neyvan fallið á góða jørð, sigur Ingi Sørensen og vísir á, at tað eigur at vera tað sama fyri tí, sum livir í sjónum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her