Einki heftir fyri Manchester

Loksins eydnaðist tað Chelsea og Arsenal aftur at vinna fulla úrtøku

24. umfar í bestu deildini í Onglandi er á skránni hetta vikuskiftið.

Tveir dystir eru eftir at spæla. Í báðum førum er annað liðið eitt, sum kappast um pláss í europeisku meistarakappingini. Seinnapartin í morgin skal Tottenham spæla í Southampton, og mánakvøldið fær Swansea vitjan av Liverpool, sum síðsta vikuskifti var fyrsta liðið yvirhøvur í hesum kappingarárinum at vinna fulla úrtøku ímóti toppliðnum Manchester City.

 

Í dag fótaði Manchester City sær væl og virðiliga. ­­­Toppliðið hevði vitjan av Newcastle, sum varð sent til hús við 3-1 tapi. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var Sergio Aguero, sum skoraði øll trý málini.

 

Manchester United var á útivølli ímóti Burnley, sum hevur staðið seg væl higartil í hesum kappingarárinum. Manchester United vann 1-0. Málið skoraði Anthony Martial tíggju minuttir eftir steðgin.

 

Hjá Chelsea hevur tað verið lítið sannførandi higartil í ár. Í dag var tó einki at rafla um. Chelsea vann 4-0 á útivølli ímóti Brighton. Eden Hazard skoraði tvey mál.

 

Hjá Arsenal hevur gongdin í langa tíð verið alt annað enn góð. Í dag var góða lag á heimaliðnum á Emirates, har Crystal Palace var gestur.

Heimaliðið spruttaði øgiligt fyrra partin av fyrra hálvleiki. Longu tá ið klokkan vísti 22 minuttir, var støðan 4-0. Crystal Palace pyntaði um úrslitið, tá ið tað restaðu tólv minuttir.

 

Úrslitini í dag

Manchester City – Newcastle 3-1

West Ham – Bournemouth 1-1

Stoke – Huddersfield 2-0

Leicester – Watford 2-0

Everton – West Bromwich 1-1

Burnley – Manchester United 0-1

Arsenal – Crystal Palace 4-1

Brighton – Chelsea 0-4

 

1Man. City24212170:1865
2Man. Utd24165349:1653
3Chelsea24155445:1650
4Liverpool23138254:2847
5Tottenham23135546:2144
6Arsenal24126645:3142
7Leicester2497836:3234
8Burnley2497819:2134
9Everton24771026:3928
10Watford24751233:4426
11West Ham24681030:4226
12Bournemouth24671125:3625
13Crystal Palace24671122:3725
14Huddersfield24661219:4124
15Newcastle24651322:3423
16Brighton24581117:3323
17Stoke24651325:5023
18Southampton23491023:3421
19WBA243111019:3120
20Swansea23451414:3517