Einki ímóti at Skorheim fer á ting

– Eg haldi ikki, at tað er upp til mín at gera av, um Jógvan Skorheim skal røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin. Men tað er rætt, at býráðið eigur avgerðina, og fyri mín skyld so kann hann gjarna fara á ting.

 

Tað sigur Tummas Lervig, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð.

 

Jógvan Skorheim er burturstaddur í feriu, og tí hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum. Men hann hevur greitt boðað frá, at hann fer at røkja tingsessin umframt borgarstjórasessin, um býráðið loyvir honum tað.

 

Eftir at hann tók við sum borgarstjóri í 2013 noktaði Klaksvíkar býráð at loyva honum at røkja løgtingsessin. Munurin hesaferð er, at nú hava Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin einsamallir meirilutan í Klaksvíkar býráð við ávikavist fýra og tveimum umboðum. Í síðstu samgongu var eisini Tjóðveldi partur av meirlutanum, og saman við Fólakflokkinum atkvøddu tey ímóti, at Jógvan Skorheim skuldi sleppa at røkja tingsessin.

 

Tað eydnaðist ikki at eina viðmerking frá hinum býráðsliminum hjá Javnaðarflokkinum, Signhild V. Johannesen, sum er virkandi borgarstjóri, meðan Jógvan Skorheim er burturstaddur. Men bæði á Tvøroyri og í Havn hava býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum loyvt sínum borgarstjóra at røkja løgtingsessin umframt borgarstjórasessin.

 

Tí er er ikki annað væntandi, enn at Jógvan Skorheim aftur verður at síggja á tingi í næstum. Av tí at gamla býráðið noktaði honum at møta, er neyvan hugsandi, at hann møtir á tingi, fyrr enn nýggja býráðið formliga hevur givið honum loyvi til tess. Fyrsti regluligi býráðsfundur í Klaksvík verður hóskvøldið í næstu viku, 26. januar.