Einki varðveitingarvert við Mexico í Havn

– Býráðið hevur havt fólk at kanna gomlu bóndahúsini, sum standa á økinum, har Smyril Line skal byggja hotel, um nakað varðveitingarvert virði er í teimum. Tey komu til ta niðurstøðu, at so var ikki.

– Býráðið hevur havt fólk at kanna gomlu bóndahúsini, sum standa á økinum, har Smyril Line skal byggja hotel, um nakað varðveitingarvert virði er í teimum. Tey komu til ta niðurstøðu, at so var ikki

 

Tað sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotel Hafnia, í sambandi við, at felagið, sum Smyril Line eigur, fer at byggja eitt nýtt hotel við 126 kømrum við R. C. Effersøesgøtu í Havn – økið, sum millum havnarfólk verður kallað Mexico.

 

Húsini sum standa á økinum eru – í øllum førum partvíst – gomlu bóndahúsini, ið hoyrdu til Húsagarðsfestið í Havn. Húsagarður stóð upprunaliga á Húsabrúgv, sum er økið vestan fyri Hotel Hafnia.

 

Smyril Line samtakið hevur keypt økið millum R. C. Effersøesgøtu og Oknarvegin frá BankNordik. Oknarvegur er nýggi vegurin inn til nýggja BankNordik bygningin. Tummas Justinussen, sum er nevndarformaður í P/F Hotel Hafnia, sigur, at býráðið hevur havt fólk at kanna húsini, sum standa á økinum, um nakað varðveitingarvert virði er í teimum. Tey komu til ta niðurstøðu, at so var ikki.

 

Tummas Justinussen sigur, at um onkur hevur hug at endurbyggja gamla Húsagarð á øðrum stað, so skulu tey vera hjartaliga væl komin til tað og fara við húsinum.

 

Men um eingin áhugi er fyri tí, so fer Tummas Justinussen, sum sjálvur hevur stóran áhuga í at varðveta gomul hús, at goyma tað gamla tilfarið, sum møguliga er í húsunum, so tað kann brúkast, tá onnur gomul hús skulu varðveitast.

 

Vit kunnu siga, at Hotel Hafnia gongur gamlar slóðir, tá hotellið fer at byggja á økinum hjá gamla Húsagarði. Tí Húsagarður var í sínari tíð í grannalagnum hjá Hotel Hafnia niðri á Húsabrúgv. Tað gjørdist ov trongt hjá Húsagarði, sum einaferð í tríatiárinum varð fluttur langt út um býin – og helst harav navið í Mexico. Søgan hjá Hotel Hafnia er tó yngri, men vit kunnu á ein hátt siga, at nú rennur samanaftur millum Hotel Hafnia og Húsagarð.

 

Niðanfyri síggjast myndir av, hvussu nýggja hotellið fer at síggja út.