Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 08.11.2018 (19:49)

Einki vatn í einum parti av miðbýnum í kvøld

Í kvøld er skrúvað fyri vatninum í miðbýnum í Havn. Tað boðaði Tórshavnar kommuna frá í dag.

 

Tað veri seg á Sverrisgøtu, Dr. Jacobsensensgøtu, Magnus Heinasonargøtu, Bøgøtu og Tróndargøtu. Í summum førum er talan bert um ein part av hesum gøtunum, og øll raktu økini eru litað við gulari striku á myndini omanfyri.

 

Tað verður tendrað fyri vatninum aftur á midnátt, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her