Leita á in.fo

Eirikur J. Simonsen sæst her í dysti fyri Kyndil farna kappingarár (Savnsmynd)

Heri Simonsen 09.12.2018 (00:25)

Eirikur skoraði fimm mál í sigri hjá Frederikshavn

Eirikur J. Simonsen skoraði fimm mál, tá lið hansara, Frederikshavn í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vann 30-26 á útivølli ímóti Odder, ið er liðið Helgi H. Hoydal spældi við farna kappingarár. Í steðginum var Frederikshavn á odda 15-14.

 

Casper Holmen skoraði sjey mál fyri Frederikshavn og gjørdist toppskjútti. Honum næstir vóru Nikolaj Jensen og Eirikur J. Simonsen við fimm málum hvør.

 

Frederikshavn hevur spælt 12 dystir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og teir hava snøgt sagt vunnið helvtina og hava tapt helvtina, og hava sostatt 12 stig fyri 12 dystir.

 

Seinasti dysturin hjá Frederikshavn áðrenn jólasteðgin verður á heimavølli ímóti Tønder. Dysturin verður spældur komandi leygardag.

 

Støðan í næstbestu donsku hondbóltsdeildini:

 

NRLIÐDVJTMálmunur
1Fredericia121002337 - 28420 Stig
2TM Tønder11902340 - 29718
3Skive fH12813376 - 34617
4Odder12714333 - 32415
5Team Sydhavsøerne11704308 - 28514
6Ajax København11614316 - 29913
7Otterup HK12615335 - 32713
8HØJ Elite12615347 - 35813
9Frederikshavn FI12606324 - 33212
10Randers HH12426341 - 37010
11HEI, Skæring12417326 - 3329
12HC Odense11218287 - 3035
13Stoholm11119240 - 2943
14Køge131012323 - 3822

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her