Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 11.10.2017 (09:50)

Eisini ólag á sigling hjá Teistanum

Strandfaraskip Landsins boða nú frá, at nakrir túrar hjá Teistanum um Skopunarfjørð verða ikki sigldir í dag.

 

- Vegna trygdararbeiði og veður verða túrarnir í dag hjá Teistanum av Gomlurætt klokkan 11.15 og klokkan 13.15 ikki sigldir.

 

Hjá Strandfaraskipum Landsins siga tey, at hetta merkir so eisini, at siglt verður heldur ikki úr Skopun klokkan 12.30 og klokkan 14.

 

Lagt verður aftrat, at Teistin siglur aftur av Gomlurætt sum vanligt seinnapartin í dag klokkan 15.50.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her